Ein røð av óhepnum umstøðum

- Slíkt er keðiligt, men eg havi fult álit á teimum, sum manna flúgvaran og teimum, sum standa fyri tí teknisku røktini, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi

Atlantsflog
 

- Sjálvandi órógvar tað fólk, tá ið vit fáa tvey líknandi tekniskt brek í eina lítla viku. Men eg eri sannførdur um, at her er talan um eina røð av serstakliga óhepnum umstøðum, sum hevur rakt okkum upp á nakrar fáar dagar.
Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, hevur fult álit á, at tað er ikki ein svíkur í teknisku deildini hjá Atlantsflogi, sum hevur ført til, at sami flúgvari fyri aður ferð í gjárkvøldið mátti til Bergen at trygdarlenda, tí at brek var í luftbremsuskipanini.
- Okkara flogfør verða røkt eftir forskriftunum og betri enn tað og tí er tað stak óheppið, at slíkt kemur fyri. Men eg eri sannførdur um, at tað hevur onki við røktina at gera. Hetta er rætt og slætt eitt keðiligt óhapp, sum nú hevur rakt okkum tvær ferðir í eina lítla viku, har tað annars vanliga eru nógv ár ímillum slíkar hendingar
Men fyri at tryggja okkum til fulnar, senda vit nú flúgvaran til Svøríki, har luftbremsuskipanin verður tikin í botn, so at trupulleikin kann loysast einaferð fyri allar.
Annars hevur stjórin í Atlantsflogi eisini hug at taka tað positiva burturúr hendingini og tað er, at eins og leygardagin, fær manningin, sum var við í gjárkvøldið, sera góð skoðsmál frá ferðafólkunum.
- Tað er jugaligt at vita, at tað er dygd arbeiðnum, sum manningin stendur fyri, eisini tá ið serligar støður  taka seg upp.
Eftir hendingina leygardagin, tá ið fúgvarin mátti til Bergen, varð tað ein ferðamaður, sum helt, at manningin átti at fingið tilboð um kreppuhjálp, tá ið tey komu í land.
Hetta er ein atfinning, sum Atlantsflog tók til sín og tá ið ferðafólkið kom í Vágar, stóð sálarfrøðingur fyri teimum, skuldi onki havt brúk fyri at tosa við hann.
Tað var ongin, sum tók av.
Eitt, sum fólk finnast at í gjárkvøldið, er, at fólk, sum komu at taka ímóti ferðafólki, onki fingu at vita.
Men hesum er Magni Arge ikki samdur í.
- Eg havi fingið at vita, at fólk fingu at vita, at flogfarið mátti til Bergen av tekniskum áðum. Tey, sum onki hava fingið at vita, hava so onkusvegna ikki hoyrt boðini, leggur hann afturat. Men onkur vildi kanska hava fleiri upplýsingar, men tað hevði starvsfólkið so ikki.