Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur-og Sandoyartunlar, sigur, at flestu veitingar í tunnilsbyggingini í Sandoyartunlinum nú ganga um Gomlurætt, og tí er flutningurin ikki longur tengdur at sigling um Skopunarfjørð.
Sjúkraflutningur úr Sandoynni gongur framvegis sum áður sjóvegis ella við tyrlu.
Men, við Sandoyartunlinum er ein nýggjur møguleiki, sum í ávísum føri longu hevur verið brúktur til bráðfeingis flutning, tá mett hevur verið, at tað hevur staðið illa til hjá sjúklingi.
- Jú, her er ein møguleiki, har vit í ávísum førum kunnu loyva sjúkraflutningi eftir avtalu. Sama er, um tørvur skuldi verið á at komið í Sandoynna hjá eitt nú løgreglu ella sløkkiliði í skundi, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur-og Sandoyartunlar.











