Eitt fólk, sum er komið úr Danmark til Grønlands, er staðfest positivt fyri koronu. Tað var kanningin á sjeynda degi, sum staðfesti smittuna. Nú verður roynt við smittusporing, bæði millum tey, sum vóru í flogfarinum og onnur, sum kunnu hava havt samband við hin smittaða í Uummannaq.
Í Grønlandi er tað løgreglan í samstarvi við landslæknaembætið, sum í hesum førinum tekur sær av smittusporing. Á Sermitsiaq, sum skrivar um málið, verður einki sagt um, hvørt persónurin, sum nú er staðfestur smittaður, hevur verið í sóttarhaldi eftir komu til Grønlands ella ei.
Sambært grønlendska sjálvstýrinum hava myndugleikarnir verið í samband við øll tey, sum kunnu hugsast at hava havt nakað við hin smittaða at gera. Í Grønlandi verður mett, at vandin fyri smittuspjaðing í samband við tilburðin er lítil.
- Í komandi tíð kemur eitt stórt tal av fólki til Grønlands, og tí er tað avgjørt kki óhugsandi, at vit kunnu fáa onkrar nýggjar smittutilburðir í komandi tíð. Tískil verður vandin fyri smittuspjaðing í Grønlandi størri teir næstu dagarnar enn annars, sigur sjálvstýrið, sum Sermitsiaq endurgevur.
Nýggjastu hagtølini siga, at Grønland higartil hevur havt tilsamans 30 smittutilburðir, harav 29 eru vorðin frísk aftur. Eingin er innlagdur, og eingin er deyður.