Sum heild hevur tað verið stak friðarligt í nátt.
Løgreglan sigur, at einasta fráboðan tey hava fingið í so máta, var úr einum skeinkistaði í Havn, har ein maður fekk eitt glas í andlitið og kanska hevur brotið eina tonn.
Slík mál verða tikin í stórum álvara og løgreglan fann eisini gerningsmannin stutt eftir og hann er nú skuldsettur fyri harðskap.
Annars gjørdust tað rættiliga hált í gjár, og hálkan kom eisini rættiliga brádliga. Og tað gjørdi ikki støðuna á betri, at tveir bilar, sum Landsverk brúkar at salta við í meginøkinum, gingu fyri og ikki fingu koyrt eitt skifti.
Og hálkan kom eisini óvart á fleiri bilførarar og tilsamans fóru einir fimm bilar út av í hálkuni, men løgreglan sigur, at ongi fólk fingu skaða.











