Ein kvinna og tveir menn harðan dóm fyri hassjsmugling

Tey skipaðu fyri og smuglaðu 9 kg av hassji, fingu upp í tvey ára fongsulsdóm

Tey fingu treytaleysa fongsulsrevsing fyri at smugla oman fyri 9 kilo av hassji til Føroya.

Ein kvinna og tveir menn vóru í gjár dømd í Føroya Rætti fyri at hava smuglað hassj til Føroya.

Ein dani kom til Føroya við Norrønu 12. juni. Við sær hevði hann oman fyri 9 kilo av hassji, sum var goymt í einum bili, ið var umbygdur til smuglingina.

Tollvaldið fann hassjið í samband við, at maðurin kom í land í Føroyum. Í staðin fyri at taka mannin beinanvegin, tá hann kom til Føroya, valdi løgreglan at fylgja við manninum við tí fyri eyga, at finna móttakaran av rúsevninum.

 

##med2##

Tann 13. juni bleiv maðurin handtikin í samband við, at hann handaði tveimum føroyingum hassjið – einum manni og einari kvinnu.

Danin varð dømdur 1 ár og 6 mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing. Maðurin og kvinnan, sum tóku ímóti hassjinum, vórðu dømd treytaleysa fongsulsrevsing í ávikavist 2 ár og 1 ár og 3 mánaðir.

##med3##