Ein krígsbrotsmaður afturat til Haag

Alt bendir á, at Serbia er í ferð við at lata krígsbrotsmannadómstólinum fyri gamla Jugoslavia ein brotsmann afturat. Í hvussu er skriva tíðindastovurnar, at eitt bilafylgi er komið út á flogvøllin í Beograd við Goran Hadzic, sum er ákærdur fyri krígsbrotsverk.

Serbiska løgreglan handtók Goran Hadzic nakað norðan fyri Beograd mikudagin. Krígsbrotsmannadómstólurin hevur ákært hann fyri krígsbrotsverk í gamla Jugoslavia í árunum frá 1991 til 1995. Hann var ein av høvuðspersónunum í Krajina, sum var ein serbiskur partur av Kroatia, og hann er ákærdur fyri at hava givið boð um at taka fleiri hundrað kroatar av døgum og fyri at hava flutt fleiri túsund kroatar úr Krajina.

Reuters skrivar, at Goran Hadzic var tann seinasti av teimum gomlu serbisku leiðarunum, sum krígsbrotsmannadómstólurin fyri gamla Jugoslavia hevur kravt útflýggjaðan.