Ein Hollywood stjørna er slóknað

Kendi sjónleikarin, Burt Reynolds, er deyður, 82 ára gamalur. Tað siga útlendskir fjølmiðlar í kvøld. Teir siga, at sjónleikarin doyði av hjartaslagi á einum sjúkrahúsi í Florida, við nærmastu familjuni við sjúkraleguna.

 

Hann gjørdust kendur av álvara við filminum, Deliverance um fýra vinmenn, sum fóru í kano eftir eini á út í tað óbygda. Men tað gjørdust meiri dramatiskt enn teir høvdu ímynda sær. Annars spældi hann í so nógvum filmum, at nógv eru farin at kalla hann eina legendu.

 

Burt Reynolds var giftur tvær ferðir. Fyrru ferð var við bretsku sjónleikarum, Judy Garland, men tey fóru frá hvørjum øðrum í 1965 eftir at hava verið gift í tvey ár. Seinnu ferð var hann giftur við amerikanska sjónleikaranum, Loni Anderson, men tey fóru frá hvørjum øðrum í 1993 eftir at hava verið gift í fimm ár.

 

Fìggjarliga gekt tað honum eisini illa og hóast hann var ein av best løntu sjónleikarunum í Hollywodd, fór hann á húsagang tí hann skyldaði einar 60 milliónir dollarar. Og seinni varð hann noyddur at selja nógvar av sínum virðislutum, eisini eina Golden Globe virðislønin, hann hevði fingið fyri leiklutin í Boogie Nights.

 

Men slóð alt upp í glens, tí tá ið ein blaðmaður spurdi hann, hvat hann hevði gjørt øðrvísi, svaraði hann, at hann hevði brúkt nógv meiri pengar og havt tað nógv stuttligari.

Hann royndi seg eisini eitt sindur sum leikstjóri, men hesi seinastu árini var hann eisini við í nøkrum filmum. Hann skuldi eisini vera við í nýggjasta filminum hjá Quentin Tarrantino, sum kemur næsta ár.