Ein 25 ára gamal maður er handtikin fyri bumbuálopið móti spælarabussinum hjá Borussia Dortmund í gjárkvøldið. Tað váttar týska løgreglan. Hon sigur, at trý brøv vóru funnin eftir bumburnar, og at hon hevur illgruna til tveir menn. Annar teirra er nú handtikin.
Øll trý brøvini vístu til at týsk flogfør hava framt bumbuálop í Sýria, siga týskir miðlar
Les eisini Hótta týskar ítróttarstjórnir eftir lívinum
Báðir menninir undir illgruna hava tilknýti til islamistiska umvhørvi í Týsklandi. Tann handtikni er ein 25 ára gamal maður úr Irak.
Týsku myndugleikarnir hava eisini boðað frá, at bumburnar vóru fyltar við metallbitum. Ein slíkur rakti eina nakkapútu í bussinum. Ikki er gott at vita, hvat hevði hent, um hon hevði rakt nakkan á einum spælara ístaðin.
Tað vóru rørbumbur, sum vóru nýttar í álopinum. Tær vóru sterkar nokk til at oyðileggja ting í einum radius á 100 metrar.
Týskir myndugleikar siga, at álopið var væl fyrireikað. Bumburnar eru lagdar soleiðis, at tað ikki sást á vakmyndatólum. Tær vóru eisini sprongdar samstundis.