Ein fekk klipp og ein kann missa koyrikortið

Í gjár og í nátt hevur løgreglan kanna ferðsluna ymsastaðni á meginøkinum. Í nátt vórðu ferðmátingar gjørdar í Kollafjarðartunlinum, men har var einki at finnast at. Verri var í gjár, tá ið ferðslukanningar vórðu gjørdar ymsastaðni á meginøkinum, tí har vórðu tríggir bilførarir tiknir.

 

Ein fær bót fyri at koyra 96 kilometrar um tíman í óbygdum øki, har tað er loyvt at koyra 80. Men verri var hjá einum øðrum bilførara, tí hann koyrdi 76 kilometrar um tíman í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 50, so hann fær eitt klipp í koyrikortið.

 

Men upp aftur verri var hjá einum øðrum bilførara, sum koyrdi 83 kilometrar um tíman í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 50, so hann missur koyrikortið treytað. Tað merkir, at hann má taka koyrikortið av nýggjum, áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missur hann tað.