Høgni Hoydal
-----
Í dag fyri 66 árum síðani valdi ein meiriluti av føroyingum loysing – hóast atkvøðan varð gjørd og sett upp sum ein ræðumynd. Fólk skuldi velja antin loysing ella eitt danskt stjórnaruppskot, sum líktist heimastýrislógini. Og úrslitið varð, at føroyingar valdu loysing og søgdu nei til at hava eitt avmarkað heimastýri í danska ríkinum. Men tað, sum fólkið hevði vrakað, varð sett í verk kortini. Meirilutin av politisku flokkunum á løgtingi samtyktu heimastýrislógina uttan nakra nýggja fólkaatkvøðu og beint ímóti tí, sum fólkið hevði valt..
Men er 14. september so ein sorgardagur? Ein dagur, har vit skulu drýpa høvur og bara minnast, hvussu lorkasliga politisku flokkarnir í Føroyum og donsku ríkismyndugleikarnir fóru við fólkaræðinum eftir atkvøðuna í 1946?
Jú, sjálvandi eiga vit at læra av søguni. Eitt søguleyst fólk er eitt støðuleyst fólk. Og uttan at skilja søguna verða vit ikki før fyri at skilja nútíðina og at taka skilagóðar avgerðir um framtíðina.
Vit valdu fólkaræði
Men 14. september er og eigur at vera ein fagnaðardagur fyri fólkaræði. Tí tá atkvøddi ein meiriluti fyri at skipa fólkaræði í Føroyum – beint ímóti øllum forsagnum. Um meirilutin ístaðin hevði atkvøtt fyri danska stjórnaruppskotinum, so høvdu føroyingar fólkarættarliga limað seg inn í danska ríkið. Tá hevði fullveldisstríðið endað har, og vit høvdu verið ein sjálvvaldur útjaðari í Danmark.
Atkvøðan 14. september 1946 tryggjaði okkara sjálvsavgerðarrætt sum fólk. Og síðani hevur hon verið grundarlagið undir tí áhaldandi stríðnum fyri at skipa okkum sum sjálvstøðuga tjóð og fyri at skapa eitt sjálvberandi og frælst samfelag.
Uttan hesa drívmegina, sum tað áhaldandi loysingarstríðið hevur verið, høvdu Føroyar í dag verið sum onnur samfeløg, ið hava mist sín tjóðskaparliga samleika og hava mist sjálvræðisneistan. Vit kunnu taka dømir um lond sum NýFoundland og Hetland sum javnt og samt eru blødd burtur mentanarliga, politiskt og búskaparliga, meðan tey hava bundið seg inn í samleikan og skipanirnar hjá øðrum tjóðum.
Fólkaatkvøðan í 1946 kundi havt verið sum eitt politiskt strev, ið varð jarðað við at fólkið atkvøddi seg inn í danska ríkið. Men ístaðin gjørdist hon eitt fræ, ið varð sátt, og sum síðani hevur fingið tað at næla og grógva á so mongum økjum.
Drívmegin, ið hevur bygt land
Vit kunnu hyggja at menningini í føroyska samfelagnum síðani 46 – ella yvirhøvur síðani tjóðskaparrørslan byrjaði fyri 140 árum síðani: Øll tey málini, sum hava flutt Føroyar framá og inn í nútíðina og sum eru okkara tilverugrundarlag í dag, eru júst tey málini, sum tjóðskapar- og loysingarrørslan hava stríðst fyri. Tað var og hevur verið ein stór og hørð mótstøða móti teimum. Men tá ið fræið hevur nælið nóg leingi, verða tey framd. Og tá kappast knappliga øll um at taka undir við teimum. Eisini tey, sum stríddust harðast ímóti.
Vit kunnu taka málstríðið. Hvør kundi í dag yvirhøvur hugsað sær, at føroyska málið ikki var viðurkent í Føroyum? At tað ikki var undirvísingarmál, kirkjumál ella kundi brúkast í umsitingini? Tað var jú ein stór mótstøða ímóti tí millum teir valdu politikararnar og í størsta blaðnum í Føroyum. Tað sama við flagginum.
Ella tak stríðið fyri at fáa føroyskt fiskimark. Tað varð skírt óðamannaverk og ein meiriluti av politikarum vóru ímóti. Hvør tekur ikki undir við tí í dag?
Ella hvat við undirgrundini? Tað varð flent og gjørt gjøldur burturúr, at loysingarfólk vildu hava ognarrættin og ræðið á undirgrundini. Hvør er ímóti tí í dag?
Ella tak stríðið fyri at fáa føroyskar hægri skúlar. Føroyskt útvarp. Føroyskt sjónvarp. Mentanargrunn. Tjóðpall og so framvegis. Har var stór politisk mótstøða, men í dag siga nærum øll seg taka undir við tí.
Ella tak stríðið fyri at fáa sosialar skipanir, heilsuverk og rættindi hjá verkafólki í Føroyum. Nei, onki bar til og trupulleikarnir vórðu bara útfluttir.
Ella tak stríðið fyri at byggja vegir, skúlar, havnir, telesamband. Hørð mótstøða, men hvør er ímóti í dag?
Ella tak stríðið fyri handilssambondum og vinnurættindum. Onki kundi gerast, men vit skuldu bara fylgja Danmark. Men er tað ikki júst á teimum økjum, har vit sjálv hava vunnið okkum sambond og rættindi, at menningin hevur verið og fer at verða?
Tað sum skilir okkum í dag, savnar okkum í morgin
Ella tak henda fortugda blokkstuðulin. Fyri bara 10 árum síðani varð tað skírt óðamannaverk og “Krystallnátt”, at gera okkum leys av einum triðingi. Men í dag er hann bert 4,6% av okkara búskapi. Og varð hann ikki skorin og fastfrystur vóru Føroyar langt síðani farnar logandi á heysin aftur, tá búskapurin var ovurhitaður árini 2006-2008.
Og eins og í øllum málunum hjá tjóðskapar- og loysingarrørsluni, so vendir harða mótstøðan til undirtøku. Nú hevur eisini formaðurin í sambandsflokkinum sagt seg taka undir við tí, sum loysingarrørslan hevur stríðst fyri øll hesi árini. Hetta hevði aldri hent uttan hesi miðvísu átøkini hjá tjóðskapar- og loyisingarrørsluni.
Alt tað, sum vit í dag eru best við og sum vit byggja okkara framtíðarmøguleikar á. Alt tað, sum gevur okkum áræði og felags stev, eru tey málini, ið tjóðskapar- og loysingarrørslan hevur stríðst fyri og framt. Víst hevur verið politiskt stríð, men tá málini eru vunnin, standa vit saman um tey.
Tað sum skilir okkum í dag, tað savnar okkum í morgin.
14. september skal fagna fólkaræði
Tað er tí harmiligt, at so stór orka framvegis verður brúkt til at fjala úrslitið av fólkaatkvøðuni fyri 66 árum síðani. At roynt verður at villleiða og sláa upp í glens eina søguliga hending, ið hevur havt so stóran týdning fyri okkara samfelag. Og sum enn í dag er grundarlagið fyri at vit hava møguleikan og rættin at skipa okkum við fólkaræði, frælsi og kunnu menna okkara samfelag frameftir.
Heldur átti 14. september at verið ein fagnaðardagur fyri fólkaræði. Har vit øll nýttu høvi at viðgera, hvat fólkaræði er, hvussu tað eigur at virka og hvønn týdning fólkaræði hevur fyri at menna eitt samfelag. Og har vit til dømis kunnu spyrja, um tað er ein fólkaræðislig skipan, tá fólkið í einum landi ikki hevur samtykt sína egnu stjórnarskipan? Um tað er fólkaræði, at ein onnur tjóð tekur avgerðir um týdningarmikil viðurskifti í einum øðrum landi? Og um tað er fólkaræði, at eitt fólk ikki kann umboða seg sjálvt úti í heimi og gera avtalur við aðrar tjóðir og felagsskapir?
Mín áheitan skal vera á Mentamálaráðið og allar skúlar í Føroyum, at tey nýta høvi at gera 14. september til ein dag, har fólkaræði verður sett sum tema fyri undirvísingini. Bæði við denti á føroysku søguna og okkara skipan í dag. Men eisini at viðgera fólkaræði sum heild í heimshøpi, og hvønn týdning tað hevur fyri frælsi og menning hjá tí einstaka.