Ein fúl jólagáva

So kom bókin »Horvin føroyingur«, sum eg var eitt sindur spentur uppá. Nú eri eg, undirritaði, blivin ein eldri maður, 75 ár, so eg veit nærum alt um Severin og heimið hjá honum, við tað, at vit eru nærum av sama plássi.

 

Er Grækaris ein so góður rithøvundur sum onkur vil vera við, so skuldi hann eisini duga sær at sortera og vraka, men har er hann eiðasørur, tí, fyrsta tú blaðar í bókini sært tú tær fyrstu lygnirnar, sum okkum ikki eru so ókendar. Tit kunnu lesa sjálvi, og tað sær man allan vegin út gjøgnum bókina. Fyri tað fyrsta, so er hann úti eftir at sverta alla Oyrabygd ? tað var tøkkin tey fingu.

Men drankari og horbukkur sum Severin sigur, tað var Jákup ikki kendur fyri at vera. Men, so koma vit til blaðsíðu 136?137, tá kom sjokkið, ? ja, so ógvusligt, at eg græt.

Grækaris, nú hevur tú lítið at týða. Tú, at fara at spilla mammu okkara so út sum tað ringasta eitt konufólk kann koma út fyri. Tað er ein so álvarslig ærumeiðing, ja, av grovasta slag, og at vit skulu vera uppvaksin av matinum, sum Jákup tók frá sínum egnu børnum, tað er ein so grov útspilling sum man ikki bara kann lata fara, tí hetta eru tíni orð, tað er tú, sum hevur skrivað bók um okkum út til alt Føroya fólk og meira enn tað. Tú mátti skammast, Grækaris, og so eru vit skyldmenn eisini ? tví vorði tær. Jú, væl var pápi sjúkur og lá á sanatorinum í 2 ár, frá 39?41, men Gud havi lov, vit liðu onga neyð, vit vóru 3 brøður tá, tann elsti var 4 ár eldri enn eg, hann var burtur og tjenti pengar, og vit gjørdu alt, ið hoyrdi húsinum til, so vit skylda ongum nakað.

Ja, Grækaris, hatta var ein tung byrða, tú legði á mín rygg, sum eg noyðist at bera tað eg havi eftir. Tú skuldi skammast, men óvist at hetta er liðugt so.