- Ein byrjan sum gevur okkum áræði

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr samrøðuna gjørd var við Giza/Hoyvík formannin, aftaná sigurin á Víkingi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var gjørd við formannin í Giza/Hoyvík, Kenneth Hovgaard Djurhuus beint aftaná Giza/Hoyvík hevði vunnið 3-0 á Víkingi í fyrsta dystinum í 1. deild, sum var leiktur á niðara vølli í Gundadali í Havn í dag.

 

Kenneth Hovgaard Djurhuus leggur stóran týdning í sigurin, sum hann sigur gevur felagnum áræði til at stríðast fyri at fáa eitt gott úrslit í 1. deild hetta kappingarárið.

 

Hann fegnast um, at Bjartur Kjærbo aftur er partur av besta liðnum hjá felagnum, og kvitteraði við einum reinum hattricki í dag.