Hjá einum bólki av føroyingum er tað nógv dýrari enn hjá vanligum føroyingum at byggja, ella at keypa sær hús.
Tað staðfestir Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi.
Og nú vil hon hava Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, at útgreina, hvussu stórur hesin mismunur er, og um ætlanin er at gera nakað við tað.
Tað, Annita á Fríðriksmørk hugsar um, er rentustuðulin fólk fáa frá landinum fyri at taka lán til egnan bústað.
Treytin fyri at fáa rentustuðul, er, at ein býr í húsinum, ella sum tað stendur í lógini, skal tað vera "tann bústaður, sum viðkomandi persónliga og fíggjarliga er mest knýttur at (miðdepilin í lívsáhugamálunum)."
Løgtingskvinnan vísir á, at tað er ein bólkur, sum er fyri vanbýti á hesum øki, og tað eru prestar, læknar, og aðrir tænastumenn, har tað er álagt, at teir skulu búgva á prestagørðum, í læknahúsum, ella øðrum tænastumannabústøðum, sum hoyrir til embætið.
Men samstundis verða teir noyddir at eiga síni egnu hús, tí annars standa teir á berajólum, tá ið teir fara frá, sum tænastumenn.
- Hetta eru tænastumenn, sum rinda fult lán av sínum egnu húsum, men teir hava ikki rætt til rentustuðul, tí teir búgva ikki í húsunum, staðfestir Annita á Fríðriksmørk. Samstundis rinda teir eisini leigu fyri tænastumannabústaðin, leggur hon afturat.
- Sostatt hava prestar, og onnur, sum, sum ikki sleppa at búgva heima, tí teimum era álagt at búgva í tænastumannabústaðum, nógv tyngri lán av sínum sethúsum, enn onnur fólk hava.
Annita á Fríðriksmørk staðfestir eisini, at tá ið hús verða fíggjað, verður eisini rentustuðulin taldur við. Men í hesum føri mugu tænastumenn kappast um húsakeyp, við fólk, sum hava rætt til stuðulin, uttan sjálvir at fáa rentustuðul.
Tí vil hon nú hava Kristinu Háfoss at greiða frá, hvussu nógv ein vanligur sethúsaeigari fær í rentustuðuli tilsamans øll tey árini, lánið gongur, tí hesi tølini geva eina ábending um, hvussu stórum vanbýti, tænastumenn, sum búgva í tænastumannabústaði, eru fyri.
Og tað gevur sostatt eisini eina meting av, hvussu nógv dýrari tað er hjá tænastumonnum at hava síni egnu hús, enn tað er hjá øðrum føroyingum.