Eiga at staðfesta Kyoto-avtaluna

Føroyskir myndugleikar eiga at taka undir við, at Føroyar gerast partur av Kyoto-avtaluni, sigur Sambandsflokkurin í tíðindaskrivi:

Sambandsflokkurin mælir til, at Føroyar gerast partur av Kyoto-avtaluni um at minka útlátið av vakstrarhúsgassum. Tað er tíverri ein sannroynd, at føroyingar á umhvørvisøkinum hava sera vánalig hagtøl at vísa á, og at vit teljast millum tey lond í heiminum, sum útleiða mest av koldioxidi í mun til fólkatalið. Hetta er sera álvarsamt.

Ein orsøk til hesa støðu er, at vit eru ein fiskivinnutjóð, og harvið noyðast at brúka nógva olju, fyri at fáa fatur á okkara náttúruríkidømi. Hetta hevur eisini verið brúkt sum ein undanførsla fyri ikki at taka undir við Kyoto-avtaluni. Men samstundis eru tað júst lond sum Føroyar, við tøttum tilknýti til náttúruna, ið hava størsta tørvin á, at náttúran verður óspilt.

Einki er at ivast í, at tað hevur alstóran týdning fyri okkara samfelag, at boðskapurin um at vit taka Kyoto-avtaluna í álvara, verður sendur umheiminum.

Kyoto-avtalan hevur sum mál at virka ímóti teirri heimsumfevnandi upphitingini, og málið er at minka útlátið av vakstrarhúsgassum við 5,2 prosentum samanborið við støðið í 1990 innan tíðarskeiðið 2008 – 2012.