Ætlanin er at broyta reglurnar um fýrverk. Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður á økinum. Reglurnar um fýrverk eru yvir 50 ára gamlar og nógv fólk illneitast á, hvussu fýrverk verður skotið, tí skotið verður fleiri dagar fyri nýggjársaftan, og eisini langt inn í tað nýggja árið.
Og nú hevur Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, spurt landsstýrismannin um nøkur ætlan er um at endurskoða reglurnar um fýrverk.
https://www.in.fo/news-detail/news/skal-vera-forbodid-skjota-fyrverk-i-fleiri-dagar/?no_cache=1Les eisini: Eigur at vera forboðið at skjóta fýrverk í fleiri dagar
Helgi Abrahamsen sigur, at tað er sjálvsagt, at so gamlar reglur eiga at verða endurskoðaðar, tí tær eru als ikki í samsvari við krøvini í grannalondum okkara, heldur ikki í samband við trygd og umhvørvi.
Helgi Abrahamsen sigur, at ætlanin er tí at føroyska lóggávan verður dagførd soleiðis, at hon samsvarar við lógina í hinum norðurlendsku londunum. Men tá ið hugsað verður um, at meginparturin av fýrverkinum verður innflutt úr Danmark, er best at lóggávan í Føroyum verður gjørd eftir donskum leisti, sigur hann
Hann leggur kortini afturat, at hóast lóggávan er frá 1969, er meginparturin av fýrverkinum, sum verður nýtt í Føroyum, framleitt eftir krøvunum í hinum norðurlendsku londunum, serliga teirri donsku.
Helgi Abrahamsen vísir eisini á, at sum støðan er nú, er tað, í roynd og veru loyvt at selja, og skjóta fýrverk alt árið. Men tað er kortini ein treyt, at loyvi fæst frá fútanum til at selja og skjóta fýrverk.
Vanliga verður bara loyvi til at selja fýrverk frá 27. – 31. desember. Landsstyrismaðurin sigur eisini, at ber ikki til at siga, hvussu nógv fýrverk verður skotið áðrenn, ella aftaná nýggjársaftan. Men ein varin meting er tó, at nógv tann størsti parturin av fýrverki verður skotin á sjálvum nýggjárshaldinum.
Hóast føroyska lóggávan er linari enn í hinum londunum, er tað sostatt alt, sum bendir á, at sum heild er nýtslan í Føroyum sum í hinum norðurlondunum.
– Tá lóggávan verður endurskoðað, verður eisini hugt eftir tíðarskeiðinum, loyvt er at nýta fýrverk. Men tað er neyðugt at hava í huga, at veðrið kann vera svikaligt nýggjársaftan. Samstundis er tað ikki ráðiligt at goyma fýrverk og tí eigur tað at verða loyvt at skjóta nakrar dagar inn í nýggja árið, sigur Helgi Abrahamsen.