Egypti vil vinna "The Treble" við Arsenal

Egyptiski miðvalaran, Mohamed Elneny ætlar sær nógv við Arsenal

Arsenal hevur latið eina upphædd, sum svarar til 55 miljónir krónur í okkara peningi, fyri at styrkja hópin við egyptiska miðvallaranum hjá sveisiski FC Basel, sum eitur Mohamed Elneny (myndin), sum er 23 ára gamal, og er egyptiskur landsliðsspælari.

 

Við heimasíðuna hjá Arsenal sigur Mohamed Elneny, at hann heldur, at hann hevur skrivað undir sáttmála við eitt av heimsins bestu fótbóltsfeløgum: - Hetta er ein ótrúlig kensla, eg eri bara so ovurfegin. Arsenal er eitt av heimsins bestu fótbóltsfeløgum, og eg gleði meg til at kunna geva eitt jaligt íkast til felagið, og gera mítt besta fyri liðið, sigur tann nýggi spælarin hjá Arsenal við heimasíðu felagsins.

 

Mohamed Elneny, sum hevur fingið troyggjunummar 35 hevur stórar ambisjónir: - Eg ynski at fortelja viðhaldsfólkunum hjá Arsenal, at sjálvt um tey ikki kenna nógv til mín, so ætli eg veruliga at gera nakað fyri liðið. Eg vóni, at vit vinna Premier League, FA Cup steypakappingina og Champions League kappingina, sigur Mohamed Elneny, sum ikki kann bíða við at sleppa at samstarva við høvuðsvenjaran hjá Arsenal, sum hann hevur stóra virðing fyri: - Arsene Wenger er ein av heimsins størstu venjarunum, og hann er nógv virdur. Tað verður ein heiður at venja undir hansara leiðslu, staðfestir Mohamed Elneny.