Leiðslan í egyptiska herinum og umboð fyri politiskar bólkar samdust í dag um at skipa eina sokallaða bjargingarstjórn og at framskunda forsetavalið. Eygleiðarar siga, at avgerðin er ein beinleiðis avleiðing av teimum ógvusligu mótmælunum í Kairo teir seinastu dagarnar.
Á fundinum varð samtykt at framskunda forsetavalið, soleiðis sum mótmælisfólkið hevur kravt. Nú er so ásett, at forsetavalið verður í seinasta lagi í juni næsta ár. Samstundis bleiv staðfest, at tjóðartingsvalið verður í næstu viku sum ætlað.
Síðani uppreisturin hevur ein stjórn, sum herurin setti, stýrt Egyptalandi, og tað ljóðar, at herleiðslan vildi ógvuliga treyðugt koyra hana frá. Men tað er so hent nú, skriva tíðindastovurnar úr Kairo.











