Tað er bara eitt lið uttanfyri Evropa, ið veruliga kann hótta Danmark, Svøríki, Frakland og tey sterkastu liðini í manshondbólti í Evropa, og tað er Egyptaland.
Egyptaland vann í vikuskiftinum afrikanska meistaraheitið í manshondbólti á heimavølli í Kairo. Hetta er triðju ferð á rað, og níggjunda ferðin samanlagt, at Egyptaland gerst afrikanskur meistari.
Egyptaland vann greiðan 29-21 (17-10) sigur á Algeria í finaluni.
Egyptaland hevur sostatt tryggjað sær pláss í olympiska endaspælinum í París í summar. Algeria skal spæla Play Off dystir í mars um rættin at taka lut í olympiska endaspælinum.
Egyptaland vann allar seks dystirnar teir spældu í afrikanska endaspælinum sannførandi:
- 17. januar: Egyptaland – Guinea 33-15
- 19. januar: Egyptaland – Kongo 34-19
- 21. januar: Egyptaland – Kamerun 35-16
- 23. januar: Egyptaland – Angola 37-25 (fjórðingsfinala)
- 25. januar: Egyptaland – Tunesia 30-25 (hálvfinala)
- 27. januar: Egyptaland – Algeria 29-21 (finala)