Eg veit ikki enn, hvønn eg skal velja

Á miðdegi í gjár hevði Óli Jacobsen ikki gjørt upp við seg sjálvan, hvønn hann fór at velja. Men í sambandi við ríkisfelagsskapin, tekur hann undir við teirri bleytu loysnini hjá Javnaðarflokkinum

­ Eg havi ikki tikið støðu enn. Og táið eg taki støðu, ætlai eg at mær at halda hana loyniliga.

Óli Jacobsen er landsstýrismaður. Men hann hevur ongan flokk.

Báðir partamenn hansara á tingi eru ³fingnir uppá pláss3 aftur í javnaðarflokkinum.

Eisini Óli Jacobsen hevur verið skipaður Javnaðarmaður í 20 ár, men um eisini hann er fingin aftur í rætt, vil hann ikki siga.

­ Eg havi ikki gjørt upp við meg sjálvan, hvønn eg fari at velja í dag, segði hann á miðdegi í gjár.

Og hann legði afturat, at tá ið avgerðin varð tikin, ætlaði hann at halda hana loyniliga.

Eitt er tó vist: Óli Jacobsen fer á val í dag.

­ Men um nakar krossur stendur á seðilinum, eg leggi í atkvøðukassan, ella um seðilin verður blankur, veit eg ikki enn.

Óli Jacobsen heldur, at tað kanska ikki er tað rætta av formanninum í Fiskimannafelagnum at vísa ávísan politiskan lit.

­ Tað kann gott verða ein

fyrimunur at vera frælsur fuglur.

­ Men hvat fer at henda í framtíðini, er ilt at siga.

Hann vil heldur ikki siga, hvørja samgongu hann helst vil hava út í Tinganes.

­ Eg haldi, at tað, sum hevur størstan týdning í komandi tíðum, er, at ein komandi samgonga hevur so breiða undirtøku sum gjørligt. Tað skulu takast so stórar avgerðir, at tað hevur trýdning, at undirtøkan er so stór, sum til ber.

Annars heldur hann, at tað er hent ein gleðilig broyting í politikkinum, seinastu árini.

­ Eftir at hava verið burturtagdir í politiska kjakinum í fleiri ár, eru fiskimenn nú við aftur á dagsskránni. Nú er tað aftur ³moderna3 at verða í parti við fiskimonnum, og tað kann ikki annað enn frøa meg.

Nógvir flokkar hava hava ríkisfelagsskapin á ovaliga skránni í valstríðnum. Tað er heilt frá loysing, um samríkjalóg, sjálvstýrislóg til samband.

Hvørja støðu hevur Óli Jacobsen til tað?

­ Har havi eg altíð verið hóvligur. Tað eru viðurskifti í ríkisfelagsskapinum, sum mugu broytast fyri at vit kunnu koma víðari.

­ Og eg má siga, at eg taki undir við millumvegnum. Tí er tað tann bleyta loysnin hjá Javnaðarflokkinum, sum hóvar mær best.­ Eg haldi, at vit eiga at verða fíggjarliga óheft av Danmark, men eg síggi stórar fyrimunir í ríkisfelagsskapinum annars.

Men harvið hvørki váttar, ella avsannar hann, at hann velur Javnaðrflokkin.

­ Eg má viðganga, at eg føldi meg frystan úti í Javnaðarflokkinum.

­ Men ongin av teimum, sum stóðu fyri tí, eru í politikki meir. Og eg havi havt gott samstarv við Javnaðarflokkin síðani. Men um eg havi hug at vera virkin aftur í politikki fyri tað, er ein heilt onnur søga, sigur hann.