Eg vakni við pínu hvønn morgun

28. januar 2014 orkaði likamið ikki longur. Arbeiðsformaðurin á lagrinum hjá Eikini hevði leverað sín seinasta køk til fittar havnadamur. Hann hevði altíð orkað væl, men nú var øll orkan burtur. Tað trýsti fyri bringuni og hann orkaði einki. Orkaði ikki at spæla við børnini. Orkaði ikki so mikið sum at lyfta ketilin.

 

- Kommunulæknin sendi meg beinleiðis á B8, tí hann var bangin um hjartað. Sært tú, eg hevði tikið pínutablettir alt lívið, tí eg hevði ilt í beininum. Í áravís hevði eg etið nógv meiri ibuprofen, enn hvat ráðiligt er. Eg hevði etið allar, eg fekk frá kommunulæknanum, umframt at eg keypti nógvar í leysasølu, greiðir Herluf Gudmundarson.

 

Seinasta hálvttriðja árið, er Herluf Gudmundarson lagdur undir skurð fýra ferðir. Ryggurin og fóturin vóru í spønum, men spakuliga er arbeiðið byrjað at mynda tey aftur.

 

Herluf Gudmundarson er framvegis ikki farin til arbeiðis aftur. Einasta inntøkan hjá húskinum er tí lønin hjá konuni.

- Vit droyma um at eiga egin hús. Veruleikin er, at skuldin fyri skurðviðgerðirnar er eginfíggingin hjá okkum til eini nýggj hús. Dreymurin er tí vorðin sera fjarur, sigur hann.

 

- Hví skal eg koyrast í senk, hví kundi eg ikki fáa hjálp beinanvegin? Um onkur tók trupulleikan í beininum í álvara, longu tá eg var barn, so kundi hann kanska verið loystur. Læknin á Hamlet segði, at um eg varð skurðviðgjørdur beinanvegin, so hevði beinið verið fult virkið í dag, sigur Herluf Gudmundarson.

 

Les alla søguna um Herluf Gudmundarson í Vikuskiftissosialinum.