Eg nokti at tosa, skriva og hugsa, so leingi tað eitur móðurmál!

Hergeir Staksberg
------

Tað er undir alt lágmark, at mann útihýsir helvtini av øllum føroyingum við at brúka kynsdiskriminerandi heiti um okkara land, mál og byrjan til lívið.
Vit mannfólk verða dag og dagliga mint á, at Føroyar eru okkara móðurland, at føroyskt er okkara móðurmál og at vit verða stoypt lívmóðurini. Tá vit so hava verið í lívmóðurini, so skulu vit gud-hjálpti-tú-mær eisini fáa føði gjøgnum móðurkøku. Tá vit so hava búð í lívmóðurini í 9 mánaðar, hvat er so tað fyrsta vit síggja? Nemliga: Ein jarðarmóður.
Tá vit nú hava verið gjøgnum hesar tríggjar fasurnar, so læra vit at tosa. Og hvat er tað fyri mál, sum vit læra? Tað er sjálvandi okkara móðurmál. Og hvat læra vit gjøgnum okkara móðurmál? At landið, sum vit búgva í, jú, tað er okkara móðurland.
Umframt hetta, so hava vit eisini móðurfeløg, systirskip, dóttirfelag - ja, sjálvt ølin er kvennkyn.
Hetta er farið langt yvir gevind, og vit mannfólk mugu standa saman móti hesari hetzini, sum fer fram móti okkum.
Eg fari hervið at mæla øllum mannfólkum frá at taka lut í eini fólkateljing, sum byggir á greiðan mismun millum kynini. So leingi sum okkara land er eitt móðurland og oyðubløðini til fólkateljingina eru skrivaði á móðurmáli, so eiga vit mannfólk at halda okkum langt vekk frá fólkateljingini!

Við sarkastiskari heilsan.