Eg eri skelkaður, Sjúrður!

Tað er nemt at vera bakklókur - og hava loysnir og ikki ábyrgd.

 

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur frá fyrsta degi víst ábyrgdarloysi og roynt at brúka tað ólukkuligu koronastøðuna vit eru í “til politiskan løtuvinning”. Tí, sum Sjúrður sigur - vit eru vegurin, lívið og sannleikin, tá tað kemur til rættvísi - altso Javnaðarflokkurin.

Fyrsti korona-tilburðurin var ikki meira enn staðfestur, tá Sjúrður Skaale - við 3.337 atkvøðum og vann fyrsta fólkatingssessin - misbrúkar koronastøðuna politiskt til egnan fyrimuns.

Hann hevur javn og samt lagt eftir landsstýrinum í tí álvarsligu støðu, sum landsstýrið (ið forrestin er fólkavalt) er havnað í, grundað á korona, men sum við fakkunnleika og ráðgeving hevur loyst uppgávuna til UG til dags dato.

Tað er nemt at vera bakklókur, Sjúrður - og hava loysnir og ikki hava ábyrgd.

Tann fyrsta lortaspannin var: Hví politiski myndugleikin ikki stongdi flogvøllin beinanvegin o.s.fr.

Eg hevði væntað, at tann skilamaður, hann er vigaði tyngri politiskt, enn hann ger - at hann tók ábyrgd og vísti, at hann ikki er ein lættisoppapolitikari, sum er sloppin at skora bílig poeng burtur úr hesari vanlukkustøðu, sum alt samfelagið er endað í.

Men nei. Aftur nú er hann úti um, at landsstýrið kann køva sunnar fyritøkur, og at hjálparpakki 2 ikki er nóg góður. So er spurningurin, um ikki allur Javnaðarflokkurin stendur aftanfyri - men brúkar Sjúrð, tí gløggur og skarpur er hann við penninum.

Lat ongan iva verða um tað.

Hevjað teg upp politiskt, Sjúrður - tak tað ábyrgd, sum veljarin hevur vísti tær. Vís nú veljarunum aftur, at tú kann bera ábyrgdina, sum veljarin hevur givið tær, fell ikki so lágt, sum tú ger við at misbrúka hesa vanlukkustøðu fyri at skora nøkur politisk bílig poeng.

Ikki hevði eg væntað hetta av tær, Sjúrður - so slettis ikki.

PS: Eg virði talifrælsið og at gera viðmerkingar - men, men, men?

Við virðing fyri støðuni.

Annfinn Brekkstein