Í tí Harrans ári 1967 var vitjanin hjá Lübeck tann fremsta fótbóltsvitjanin, sum føroyingar nakrantíð høvdu verið vitni til. Jørleif greiðir frá: - Tað týska liðið æt VfB Lübeck. B36 hevði ein eysturríkskan venjara, sum æt Walther Pfeifer. Pfeifer og venjarin hjá Lübeck vóru vinmenn, og tað var uttan iva høvuðsorsøkin til, at ferðin til Føroya kom í lag. Lübeck var tað fyrsta veruliga toppliðið sum vitjaði í Føroyum, og sum spældi fótbólt, sum føroyingar ikki vóru vanir við at síggja.
Slættir vøllir
Nógv var lagt fyri at fáa vøllirnar at síggja gott út til dystirnar, sum Lübeck skuldi spæla í Føroyum. – Eg minnist niðara vøll í Gundadali, tað var so einasti vøllur í Havnini tá, hann var so slættur sum eitt biljardborð. Hann var trumlaður, og hann var einastandi fínur og slættur. Men sjálvandi aftaná allar hesar fyrireikingarnar, so fór tað at oysregna, tá vit skuldu spæla ímóti Lübeck. Men hetta forðini kortini ikki spælarnar hjá Lübeck at vísa okkum hvussu fótbóltur eigur at spælast.
Málverji hjá Lübeck
Málverjin hjá Lübeck fekk ein snudd, og liðið hevði tí brúk fyri einum málverja til dystin ímóti KÍ á Norðoyastevnu. – Teir høvdu ein eykamálverja, men av einari ella aðrari orsøk, so spurdu teir meg, um eg kundi verja málið hjá teimum. Eg var ógvuliga spentur til dystin, sum skuldi verða ímóti KÍ á Norðoyastevnu, so spentur, at eg minnist ikki nógv av tí, sum hendi áðrenn dystin, og rundanum dystin, men eg minnist kortini, at tað vóru nógvir áskoðarar. Týsku spælarnir søgdu við meg áðrenn dystin, at eg skuldi bara gera tað so gott, sum eg kundi, og at eg skuldi fáa alla ta hjálp, sum eg hevði brúk fyri, og tað fekk eg eisini, greiðir Jørleif frá.
Tilvildarligt KÍ-mál
Tað eydnaðist tí tá tiltikna KÍ-liðnum at skora ímóti Lübeck og Jørleifi. – Tað var eitt sindur skemtiligt. Eg hevði fingið bóltin, og eg sparkaði bóltin út á miðjuna til ein sum æt Claus, men Claus royndi at dribbla, og hann misti bóltin til Jákup Gerðalíð. Jákup Gerðalíð hugdi upp, og hann sær, at eg var ikki komin inn aftur í málið, og hann sparkaði bóltin uppum meg, og beinleiðis í málið. Tað var ikki so stuttligt hjá mær, men tað stuttliga hjá mær var, at hinir spælarnir hjá Lübeck skeldaðu Claus og ikki meg.
Kundi enda í Týsklandi
Lübeck vóru ikki so væl fíggjarliga afturi í 1967, og tí komu teir at missa málverjan hjá sær til kappingarárið 1967-1968, sum lá fyri framman. – Tað var ein einastandandi góður málverji, hann var fleiri ferðir betri enn eg, men eg fekk so ein fyrispurning um, at eg møguliga kundi koma og royna meg í Lübeck, men tað gjørdist ikki til meir enn prát. Eg má kortini staðfesta, at teir hava ikki gloymt meg. Í fjør vitjaði ein av spælarunum meg her í Føroyum, og seinni í summar fara eg og konan til Týsklands. Vit hava fingið eina innbjóðing, sum vit ikki kunnu siga nei til. Fyri tað fyrsta so fáa vit eitt frítt uppihald í einum ógvuliga fínum gistingarhúsi í Lünenburg, har ein av spælarunum hjá Lübeck, Gerd Freier býr nær við. Á skránni er eisini, at vit skulu á leikvøllin hjá VfB Lübeck, og har sleppi eg at møta fleiri av teimum spælarunum, sum vóru við Lübeck í Føroyum í 1967, og tað gleði eg meg nógv til, greiðir Jørleif frá.
Eftirlýsir myndir
Túrurin í Føroyum má hava havt eitt stórt árin á týsku spælarnar. – Í fleiri ár aftaná túrin hevði eg samband við tann spælaranar, sum búðu hjá okkum. Við árunum misti eg sambandið, men tá Gerd Freier kom til Føroya í fjør, kom sambandið í lag aftur. Týsku spælarnir vóru ómetaliga glaðir fyri túrin, tí teir búðu allir privat úti hjá fólki, og eg ætli mær eisini at bera heilsur frá teimum fólkunum, sum spælarnar búðu hjá afturi í 1967, tá eg fari til Lübeck fyri at hitta gomlu spælarnar. Jørleif eftirlýsir myndir frá Føroya-túrinum hjá VFB Lübeck. Týska liðið spældi ímóti bæði B36, KÍ og býliðnum (HB og B36). Jørleif heitir á fólk, sum liggja inni við myndum frá 1967 um at seta seg í samband við seg, so hann kann skanna allar hesar myndirnar, og hava hesar við til Týsklands, og vísa tær fyri gomlu spælarunum hjá Lübeck. Myndaánarar kunnu hitta Jørleif Kúrberg á fartelefonnummar 220279.