Í samband við stórt sæð allar lønarsamráðingar, ið hava verið á arbeiðsmarknaðinum hevur ein javnan hoyrt, at eftirlønarspurningurin hevur verið viðgjørdur undir sáttmála-samráðingunum. Í seinastuni, tá ið tosið hevur snúð seg um at nú er í so stór ferð komin á føroyska búskapin, er ført fram, at ein møguleiki at tálma gongdina er at seta í verk eina tvungna uppsparing, ið skal nýtast til eftirlønarendamál.
Uttan iva er orsøkin til at eftirlønarspurningurin er vorðin so áhugaverdur, at tað er vorðið greitt fyri teimum flestu, at fólka- og avlamispensjónin ikki kemur at veksa munandi í framtíðini av teirri einføldu orsøk, at tað verður trupult at fíggja ein vøkstur á hesum øki við at hækka skattin.
Hesin trupulleiki er ikki bert galdandi fyri Føroyar, stórt sæð øll lond, ið hava samfelagsskipanir, ið kunnu samanberast við okkara, stríðast við at fáa eina loysn á hesum viðurskiftum. Tað verða fleiri og fleiri eldri borgarar, samstundis sum tað almenna fær álagt alt fleiri uppgávur. Allar hesar uppgávur skulu fíggjast við at tað almenna krevur upp toll og skatt. Skattatrýstið er komið upp á eitt støði, har tann politiski viljin til at økja um tað ikki er serliga stórur, og tí mugu finnast aðrar loysnir. Tey flestu vestureuropæisku londini arbeiða við at umskipa tann partin av almannaverkinum, sum hevur við pensjónir at gera, frá skattafíggjaðum skipanum til skipan, har tann einstaki sparir upp til eftirløn.
Tey seinastu árini hava nógv feløg, virkir og einstaklingar fingið sær eftirlønarskipanir, ið byggja á at ein ávísur prosentpartur av lønini verður goldin inn til hesar skipanir. Tí kann tað sigast, at ein grundleggjandi broyting er skapt í avtalugrundarlagum millum løntakaran og arbeiðsgevaran í samband við lønarsamansetingina. Arbeiðsgevarin bindur seg ikki einans til at gjalda løn fyri ta vinnuføru tíðina hjá løntakaranum, men eisini at gjalda fyri eitt ávíst lutfall av tí tíðini, ið løntakarin ikki er virkin á arbeiðsmarknaðinum meira.
Tí er tað óheppið, um uppbyggingin av framtíðar eftirlønarskipanum frá politiskari síðu verður brúkt sum eitt konjunktur politiskt amboð t.d. til at tálma búskapin í góðum tíðum, hvat so, tá ið tíðirnar vera verri, skal tá minni gjaldast inn. Endamálið við eini uppsparing til eftirløn hevur einans eitt endamál og tað er at fáa til vega tann kapital, sum skal til fyri at borgarin fær eina sømiliga eftirløn og eitt fíggjarligt trygdarnet í vinnuførum aldri. Tí er tað alneyðugt at inngjaldið til eftirlønarskipan verður lagt í eina trygga legu. Hetta kann gerast á áðurnevndan hátt við at fakfeløg, virkir og einstaklingar frívilluga teknað skipanir hjá eftirlønarfeløgum. Tað kann eisini fremjast politiskt við at áseta í lóg, at eitt ávíst prosent av lønini skal fara til hetta endamál. Men óansæð hvussu tað verður gjørt, so eigur at verða tikin hædd fyri at talan er um eina grundleggjandi broyting frá tí, ið higartil hevur verið roknað sum ein almenn uppgáva fíggjað yvir skattin, til í framtíðini í staðin verður ein avtala millum borgaran og eitt eftirlønarfelag, ið umsitur eftirlønarskipanina hjá viðkomandi borgara.
Tað kann lýsast við at siga, at tann fólka- og avlamispensjón, sum vit í dag hava, er skapt av einari politiskari prosess, har løgtingið hevur givið borgarunum eina tilsøgn um pensjón v.m. Henda tilsøgn er útgreinað í lóg um fólka- og avlamispensjón og partvíst í forsorgarlógini. Lóggávan verður fíggjað við at tað almenna krevur upp toll og skatt til endamálið.
Ein eftirlønarskipan, har løntakarin sparir upp til eftirløn, har tann einstaki ger eina avtalu við eitt eftirlønarfelag byggir á, at skipanin verður fíggjað við at ein ávísur partur av lønini verður fluttur til skipanina og at eitt eftirlønarfelag við útgangsstøði í tí uppsparda peninginum, kann geva tilsøgn um eftirløn v.m.
Her er soleiðis talan um eina privatrættarliga avtalu, har avtalugrundarlagið í høvuðsheitum verður skapt í samband við sáttmálasamráðingar um lønar- og setanarkor, og tí kann tað sigast, at eftirlønarspurningurin í størri mun er fluttur frá løgtinginum til partarnar á arbeiðsmarknaðinum, t.v.s. til lønarsamráðingarnar á arbeiðsmarkanaðinum.
Sum áður nevnt eru tær eftirlønarskipanir, sum feløg, virkir og einstaklingur hava í dag frívillugar. Tað sýnist sum um at tað er við at vera ein vaksandi politisk undirtøka fyri at gera hesar skipanir tvungnar, soleiðis at tær koma at galda fyri øll.
Í hesum sambandi eigur at vera tikin greið politisk støða til, hvønn leiklut løgtingið skal hava, og hvønn leiklut partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu hava í samband við eftirlønarskipanir í framtíðini.
Um ætlanin er at gera tær skipanir, sum finnast í dag, tvungnar, eigur landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum at fáa til vega ein lógarkarm, ið ger pørtunum á arbeiðsmarknaðinum greitt, hvussu stórur partur av framtíðar lønarvøkstri sum eitt minstamark skal avsetast til eftirlønarendamál.
Um hetta ikki verður gongdin, kann tað væl hugsast, at eftirlønarspurningurin verður eitt viðvarandi klandursmál á tann hátt, at hvørja ferð partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava nátt eini semju um lønar- og setanartreytir fyri eitt nýtt sáttmálaskeið, so kann man frá politiskari síðu krevja, at ein partur av lønarvøkstrinum skal nýtast til eftirlønarendamál.
Eitt dømi um hesa gongd, hava vit longu fingið. Beint sum sáttmálasamráðingarnar eru endaðar, verður byrjað at tosa um, at nú skulu ávís prosent av lønini krevjast inn til eftirlønarendamál. Hesin spurningur átti at verið ein samskipaður liður av sáttmálasamráðingunum, og ikki komið óvart á løntakaran aftaná. Ein fær her kensluna av, at ikki øll kortini hava verið á borðinum í sambandi við sáttmálasamráðingarnar.
Ein fullt útbygd eftirlønarskipan krevur, at tað helst skulu gjaldast 10-15% av lønini til eftirlønarendamál, og tí koma at ganga nógv ár og fleiri sáttmálaskeið, áðrenn slíkar skipanir eru fullfíggjaðar. Tí er ein breið politisk semja avgerðandi fyri, at tað skal eydnast at fáa eina varandi loysn á eftirlønarspurninginum.
Á Føroya Lívstrygging, 22. juli 1999