EFTA: Meira fæst burturúr samstarvi enn sjálvdrátti

Bogi Eliasen

Hvat er EFTA
The European Free Trade Association (EFTA) er eitt fríhandilsøki við londunum Sveis, Ísland, Noreg og Liktenstein. Talan er um tey fýra frælsini, vørur, tænastur, kapital og persónar. Ísland, Noreg og Liktenstein eru harumframt partur av EBS samstarvinum, sum umfatar hesi trý londini og tey 25 ES londini. EFTA leggur eisini stóran dent á fríhandilssáttmálar við triðjalond, og á heimasíðuni stendur, at EFTA londini hava tollfrælsi til marknaðir við 756 millónum íbúgvum.
Stovnanin
Efta bleiv stovnað 4. januar 1960 við Stokholm Sáttmálanum. Høvuðsendamálið var fríur handil ímillum limalondini. Í fyrsta umfarið var tað ídnaðarvørur og síðan landbúnaðar og fiskavørur.
Stovnandi limalondini vóru Eysturríki, Danmark, Noreg, Portugal, Svøríki, Sveis og Bretland. Í 1961 kemur Finnland við sum atlimur (fær fullan limaskap í 1986), 1970 kemur Ísland uppí. Í 1972 fara Bretland og Danmark úr EFTA og í EF og í 1985 fer Portugal sama veg. Likstenstein gerst limur í 1991. Í 1995 var Eysturríki, Finland og Svøríki úr EFTA og uppí ES
EBS
Í sjeytiárunum bleiv hugt meira at EF og fríðhandilsøkir stovnað við tvílanda fríhandislsáttmálum. Hetta samstarv bleiv umfatandi og í 1994 blev EBS samstarvið sett á stovn milum ES og EFTA londin iNoreg, Ísland og Likstenstein. Í 2002 kom sonevndi Vaduz sáttmálin, sum avloysti Stokholmsáttmálan. Hetta var neyðugt, tí Sveis ikki var limur í EBS samstarvinum, soleiðis at samstarvið bleiv eins umfatandi við Sveis.
Føroyar og handilssátmálar
Ísland og Føroyar fara í dag at undirrita fríhandilssáttmála, og letur hetta upp møguleikan fyri frælsari samstarvi við Ísland. Vit hava eisini ein fríhandilssáttmála við Russland, sum bert manglar tað síðsta, og síðan er tað nógv umrødda samstarvið um alevropeiska upprunaøkið (kumuleringsskipanin), sum vónandi kemur skjótt. Føroyar hava ídag handilssáttmálar vid Sveis, Noreg, Ísland og ES. Talan er sostatt um, at vit eru við at lata okkum upp, men møguliga at tað gongur nakað seint.
EFTA og Handilssáttmálar
Ein av orsøkunum til limaskap í ES ella EFTA, er marknaðaratgongd. Tað er lítl ivi um, at ES lima-skapur gevur atgongd til størri marknað, tí tað gevur fría atgongd til marknaðin í limalondunum, eins og tey fáa til okkara, og síðan handilssáttmálarnir ES hevur við triðjalond. EFTA fevnir um færri lond og tí minni marknað, men harafturat hevur EFTA fríhandilssáttmálar við nógv lond kring heimin. Fríhandilssáttmálarnir EFTA hevur, hóska helst betri til føroysk viðurskifti, tí Noreg og Ísland hava lagt dent á at hugsað hevur verið um fiskivinnuna í hesum sáttmálum. Tað hevur ikki verið so dominerandi í sáttmálunum, sum ES hevur gjørt við triðjalond. Ein meting av hvat er best fyri Føroyar, krevur tí eisini eina marknaðarmeting nú, og um hvønn tørv og møguleika vit hava frameftir, og um vit vilja gjalda poltiska prísin fyri limaskap í ES, EFTA ella at standa einsamøll, og sjálvi gera tær avtalur vit meta okkum hava tørv á.
Komið er fram, at Føroyar ikki kunnu gerast limur í EBS, tí Danmark longu er limur umvegis ES limaskapin. Uttanríkispolitisku heimildirnar leggja eisini upp til, at Ríkið bert kann verða umboðað einaferð. Men uttanríkispolitisku heimildirnar nokta ikki fyri at brúka aðrar loysnir, har hon ikki er nøktandi. Heimurin er soleiðis í dag, at altjóða samstarv er ein av høvuðlutunum í menning. Tí er tað umráðandi hjá Føroyum at verða partur av altjóða samstarvi. Á málsøkjum, sum ikki eru yvirtikin, verður hetta samstarv røkt av Danmark, men á yvirtiknum málsøkjum er tað okkara egna ábyrgd. Tí er tað logiskt, at um Føroyar hava yvirtikið neyðugu málsøkini, so mátti eisini borið til at verði partur av altjóða samstarvi, tí annars verða vit sett uttanfyri alheimsgerðina. Tað er at meta sum eitt afturhaldsinnað sjónarmið, at Føroyar ikki kann gerast limur í EBS samstarvinum, tí tað er har evropeiska samstarvið er. Hesin spurningurin eigur tí at verða kannaður gjølla, og her er tað talan um samráðingar við danir og møguliga við EBS londini, um meiriluti er fyri at royna at fáa Føroyum limaskap í EBS samstarvinum.
Hvat er EFTA uttan EBS?
Ísland, Noreg og Likstenstein eru partur av EBS samstarvinum, meðan Sveis ikki er. So tað ber til at verða limur í EFTA uttan at verða partur av EBS samstarvinum. Um Føroyar ikki kunnu verða limir í EBS, er fyrimunurin allíkavæl samtarvið við EFTA londini og atgondina til aðrar marknaðir umvegis fríhandilssáttmálarnar, EFTA hevur við triðjalond.
Tjóðskaparspurningurin
Tað tykist at verða politiskt sera torført, at fáa føroyska semju um ES limaskap. Fyrsti spurningurin er um meiriluti er fyri limaskapi og annar spurningurin um meiriluti er fyri limaskapi, sum antin fullveldi ella sum danskur landslutur. Limaskapur sum partur av Danmark, sum helst hevði komið at verið líka sum skipanin Áland hevur í dag, bleiv staðiliga avvístur av øllum flokkunum, tá ráðstevna var um ES herfyri. Sambandsflokkurin hevur tó síðan ført fram, at hann ynskir limaskap í ES sum partur av Danmark, men eingin av hinum flokkunum sær út til at taka undir við hesum.. Tjóðveldisflokkurin hevði helst tikið undir við einum limaskapi í ES sum fullveldi. M.a. Óli Samró hevur í hesum sambandi víst á, at bæði Tjóð-veldið og Sambandið vilja limaskap, ósemjan er bara um hvussu, og tað má kunna fáast uppá pláss.
Metingin hiðani er, at tjóðskaparspurningurin fyllur so nógv í ES spurninginum, at tað lættliga kann taka nógv ár at fáa eina semju. EFTA leisturin ber til uttan at tjóðskaparmálið skal avgreiðast, og tí ber til at fara undir tilgongdina beinanvegin, um politiskur meiriluti er fyri. Hendan tilgongdin krevur tó nakrar yvirtøkur, sum sambandsflokkurin sigur seg vera ímóti, og tí er ikki meiriluti í samgonguni fyri hesum leisti. Men lítil ivi er um, at meiriluti er fyri hesum leistu í tinginum.
Heimurin broytist
Í hesum spurningi skal atlit takast til heimin kring okkum og tað altíð nevndu alheimsgerð. Í næstum verður fríhandilssáttmáli við Ísland undirritaður, kumuleringsavtalan kemur vónandi ógvuliga skjótt, og so er ein handilssáttmáli við Russland, sum liggur í bíðar. Føroyar eru eftirbátur á nógvum økjum, og hava vit brúk fyri at lata okkum upp og gerast meira altjóða. Her er EFTA ein leistur sum kann brúkast, og hann tykist møugligur at fáa ígongd skjótt, tí tað ikki er neyðugt at blanda tjóðskaparmálið uppí. Fleiri røddir hava verið frammi um at EFTA er ein doyggjandi felagsskapur og at ES er framtíðin, og tað kann gott verða, at so er. Her mugu vit ikki gloyma, at ES er í svárum trupulleikum av at grundlógarleisturin ikki vann undirtøku, og at ein fittur partur av ES londunum fyrst vóru limir í EFTA. Ein EFTA limaskapur útilokar ikki neyðturviliga ein ES limaskap seinni, um meiriluti verður fyri tí í Føroyum. Tað er jú hent fyrr, at lond eru farin úr EFTA og beinleiðis í ES. Tað er tí neyðugt at kanna nærri júst hvat ber til við EFTA, og hvussu tætt samband til ber at fáa við ES, uttan at gerast limur. Brennandi spurningurin her er, um tað ber til at fáa betri avtalu og samstarv við ES, enn EFTA londini hava. Tí kann sigast, at arbeiði við at fáa eina associeringsavtalu við ES, møguliga de facto liggur í einum EFTA limaskapi. Men sjálvur spurningurin um EFTA limaskap krevur eisini, at politiskur vilji er fyri at tillaga seg teimun krøvum, sum verða sett.
Noreg og Ísland?
Tað hevur somuleiðis ávirkan á okkara støðu, um Noreg og Ísland knappliga velja at gerast partur av ES, men tað hava londini ikki gjørt enn. Hinvegin kann hugsast at Føroyar, Ísland og Noreg kunnu samstarva meira um fiskivinnuna í Norðuratlantshavið, tí havøkið, hesi trý londini hava tilsamans, er rættiliga umfatandi, og tí kann samstarv millum hesi trý londini geva eina felags styrki.
Lata Føroyar upp
Føroyar royna at lata seg upp, men fleiri meta at tað gongur ov seint fyri seg. Tað kann vera nakað um tað, og orsakirnar eru fleri. Ein orsøk er at vit eru sera lítil, og tí ikki viga so nógv í altjóða skipanini; onnur at ríksirættarliga skipanin ger, at vit ikki av okkara eintingum kunnu gera sum okkum lystir; og at tað er kanska fløkt fyri triðjalond; at vit í Føroyum ongantíð hava raðfest uttanríkispartin frammarliga og tí ongantíð hava havt eitt Uttanríkisráð við egnum Landsstýrismanni, sum burturav arbeiddi við at betra um okkara altjóða viðurskifti; og ikki minst at flokkarnir ikki hava tikið hesa uppgávuna í serliga stórum álvara, og tí hevur lítið verði arbeitt á hesum økinum.
Felags vinningur
Kjarnin í bæði ES og EFTA samstarvinum er, at meira fæst burturúr samstarvi enn sjálvdrátti. Munurin millum felagsskapirnar er hvussu tætt samstarvið skal vera, og á hvørjum økjum. Harafturat eru nógv fleiri lond og íbúgvar í ES, og ES er ein altjóða aktørur, sum eisini roynir at styrka seg á altjóða leikpallinum. Ikki kann sigast at EFTA er ein altjóða leikari við slíkari tyngd.
Hjá okkum er neyðugt at finna fram til, hvørt vit vilja standa uttanfyri slíkt økissamstarv, ella um vit ynskja limaskap í EFTA ella ES, og um hvørjar treytirnar eru fyri limaskapi. Serliga tjóðskaparspurningurin tykist gera, at tað verður ógvuliga torført at fáa eina semju um lima-skap í ES. Hesin spurningur hevur ikki ávirkan á EFTA limaskap, uttan so at tað krevur nakrar yvirtøkur. Spurningurin um hvørt Føroyar kann luttaka í EBS samstarvinum, tá Danmark er við sum partur av ES, kann eisini tulkast fleiri vegir. Í mun til uttanríkispolitisku heimildirnar ber tað helst ikki til, men tað stendur ongastaðni í uttanríkispolitisku heimildunum, at tað ikki ber til at finna aðra loysn, tá tað ikki ber til at brúka hana. Tí er tað upp til føroyingar sjálvar at koma við ynskinum og vísa á, hvussu tað kann gerast, um áhugi er fyri tí. Tað má metast sum eitt afturhaldssinnað sjónarmið, sum danir hava um at Føroyar ikki kunnu gerast limir í EBS. Spurningurin er tó meira um donsk sjónamið í hesi støðu, og um Føroyar hava áræði og dirvi til at vísa á aðrar nýtiligar loysnir.

Keldur: www.efta.int
www.tinganes.fo




EFTA Handilsviðurskifti:

EFTA hevur fríhandilssáttmálar við Bulgaria, Rumenia, Kroatia, Makedonia, Ísrael, Jordan, Libanon, Marokko, Palestina, Tunesia, Turkaland, Kili, Meksiko, Singapor.

Síðan hava EFTA londini tvílanda sáttmálar við ES og Føroyar

Samráðingar.
Samráðst verður um handilssáttmálar við Kanada, Serbia Montenegro, Peru, GCC (The Cooperation Council for Arab States in the Gulf), Mercosur (Brasil, Argentina, Urugvei, Paragvei), Southern African Custom Union (Botswana, Lesotho, Namibia, Suðurafrika og Svasiland)

ES limaskapur:

Sum partur av Danmark. Verður tekniskt skipað soleiðis fyri, at danski limaskapurin eisini umfatar Føroyar, eins og tann finski umfatar Áland. Tá Grønland var ES limur, fekk Grønland ein av donsku sessinum í ES-tinginum. Áland hevur ikki sæti í ES-tinginum.

Sum fullveldi
Føroyar skulu sjálvar røkja allar ES skyldur, fær sæti í ES-tinginum, ráðharraráðnum og í ES nevndini.

EBS samstarvið

EBS samstarvið umfatar tey 25 ES londini umframt tey 3 EFTA londini Noreg, Ísland og Liktenstein

EBS er eitt tætt búskaparligt samstarv, sum partvíst samansjóðar Noreg, Ísland og Liktenstein í innara marknaðin hjá ES og umfatar tey fýra frælsini, vørur, tænastur, kapital og persónar.

Talan er um sonevnt vannrætt samstarv viðvíkjandi teim fýra frælsunum, sum umfatar:
almannapolitik, almnnarættindi hjá verkafólki, brúkaravernd, hagfrøði og vinnulóggávu

Síðusamstarv uttanfyri tey fýra frælsini er m.a. innan:
gransking og tøkniliga menning, kunningartænastur, umhvørvið, almannapolitik, brúkaravernd, ferðavinnu, vinnuøki og borgaravernd.

EBS umfatar sostatt reglur fyri kapping og stuðul. EBS samstarvið ger eisini at Noreg, Ísland og Liktenstein eru partur av fleiri ES skipanum í sonevnda síðusamstarvinum