Samtykkir íslendska Altingið uppskotið, sum heimilar stjórnini at taka upp samráðingar við ES um limaskap í samveldinum, fer EFTA at halda eykafund um støðuna Tað kom fram á fundi, sum uttanríkisráðharrarnir í EFTA-londunum høvdu í Hamar í Noregi í gjár.
Ráðharrarnir umrøddu samskiftið millum EFTA og ES og samskiftið millum EFTA og onnur lond, og í sambandi við fundin bleiv fríhandilssáttmáli millum EFTA og Bahrein, Kuwait, Oman, Qatar, Saudiarabia og Sameindu Arabisku Emiratini undirskrivaður.
Á fundinum varð upplýst, at samráðingarnar við Peru um ein fríhandilssáttmála eru um at vera lidnar, skrivar Morgunblaðið.










