Edva Jacobsen, fyrrverandi løgtingskvinna í Fuglafirði, er nýggjur nevndarlimur í Ítróttarfelag Fuglafjarðar – ÍF. Hon tók við nýggju avbjóðingini á eykaaðalfundi mánakvøldið.
Tað hevur gingið eitt sindur striltið at manna ÍF nevndina.
Aðalfundur var 24. februar. Tá vóru tey fýra, sum ikki tóku við afturvali. Tey vóru Ella á Dalbø, Sigrid Petersen, Hans Jacob Poulsen og Karl Leiti. Aðalfundurin valdi Tormóð Traðará í nevndina, og Birgar Larsen varð valdur at vera tiltakslimur, og so eydnaðist ikki – í tí umfarinum – at velja fleiri nevndarlimir.
So varð lýst til eykaaðalfund fyri at velja tveir nevndarlimir aftrat. Fleiri áheitanir vórðu sendar fuglfirðingum um eisini í nevndarhøpi at sláa manngarð um ÍF. Formaðurin, Leif Andre Eliasen tók millum annað soleiðis til:
Vit hava tosað við fleiri, men tað vísir seg, at tey flestu vilja hjálpa til, men tey vilja ikki standa við ábyrgd. At fyrrverandi nevndarlimir ikki vilja uppí aftur, skilji eg væl, tí tey hava gjørt sína tænastu fyri felagið. Men at yngri og nýggjar kreftir, sum eru áhugað í ÍF og fylgja gongdini, ikki bjóða seg fram at taka við ábyrgd av felagnum, skilji eg ikki.
Áheitanirnar og áminningarnar vístu seg at hjálpa. Mánakvøldið var eykaaðalfundur. Uppmøtingin var betri, enn hon ofta hevur verið tey seinnu árini, og tveir nýggir nevndarlimir vórðu valdir. Teir eru Durita Toftegaard og Edva Jacobsen.
Nevndin hevur síðani skipað seg. Leif Andre Eliasen heldur fram sum formaður. Durita Toftegaard er næstforkvinna, Tormóð Traðará er peningarøkil, Katrin á Lakjuni er skrivari, og Edva Jacobsen er fimti nevndarlimur. Birgar Larsen er tiltakslimur.
-Tað er hugaligt at taka eitt tak fyri felagið, sum tað eru so fantastiska nógv fólk, ið eru rundanum og hjálpa, sigur Edva Jacoben.










