• Flokkurin hevur flutt seg frá sínum sosial-liberala grundstøði
• Flokkurin fylgir í dag øðrum flokki á einari víðgongdari høgra-liberalistiskari rás, har fá fyrilit eru fyri stevnu Sambandsfloksins og teimum mongu, ið trúliga stuðla flokkinum.
• Fleiri við mær munnu halda, at sjónligur munur er á tí, sum flokkurin segði áðrenn valið og tí, sum flokkurin hevur gjørt eftir valið
• At Sambandsflokkurin er við til at skatta pensjónir við inngjald er eitt beinleiðis inntriv í persónliga frælsið hjá borgarunum. Hetta er eitt brot á sosial-liberalt prinsipp
• Skattapolitikkurin hjá ABDH samgonguni gongur eisini ímóti sosial-liberalu stevnu floksins
• Á ongan hátt var valúrslitið eitt ynski frá føroyingum um at seta eina víðgongda høgra-liberalistiska stjórn eftir valið...
Og vit kundu hildið fram við at endurgivið fyrrverandi sambandsløgmann, sum er týðuliga misnøgdur við kósina hjá Kaj Leo Johannesen. Hóast hann ikki heldur nógv um løgmann, so heldur hann tó, at tað glógvar í Johan Dahl, sum talar fyri og krevur tilfeingisgjald.
Hann heldur, at flokkurin heldur skuldi valt annan flokk at samstarvað við – her sipar hann helst til Javnaðarflokkin.
Hann vónar, at allir ábyrgdarpersónar í Sambandsflokkinum fara at nýta næstu 100 dagarnar at rætta kós Sambandsfloksins.
– Um tað ikki eydnast, so eri eg bangin fyri avleiðingunum, sigur Edmund Joensen.