Fyrri hálvleikur var málleysur, men kjansir vóru sanniliga til mál. Teir størstu kjansirnar átti Víkingur, hóast EB/Streymur hevði bóltin nakað meiri. Kortini spurdist einki mál burtur úr.
Í seinna hálvleiki legði EB/Streymur fyri sum eitt óløgi. Tá seks minuttir vóru spældir, hevði Sorin Anghel skorað tvey mál. Báðar ferðir var hann vakin og beindi leysa bóltin í netið. Fyrra málið var ein returur frá Geza Turi, meðan tað seinna var eitt skot, sum brast á tvørtræið og niður í vøllin, áðrenn Sorin Anghel beindi hann inn um strikuna.
2-0 var trygg leiðsla, og fortreytirnar gjørdust uppaftur betri, tá Áslakkur Petersen býttisliga tosaði brúkti seg til sítt seinna gula kort, og harvið varð vístur av vøllinum.
Við tíggju monnum móti 11 royndi Víkingur at svara aftur, og í yvirtíðini eydnaðist tað, tá Víkingur eftir trunkaspæl fekk bóltin í netið og minkaði um munin til endaliga úrslitið 2-1 til EB/Streym.
EB/Streymur ? Víkingur 2-1
1-0: Sorin Anghel
2-0: Sorin Anghel
2-1:










