Hondbóltur
Talan verður um sett dupult-brak millum VB og Stjørnuna hetta vikuskiftið.
Liðini bæði vórðu drigin móti hvørjum øðrum í hálvfinalunum í Coca Cola-kappingini, og fyrri av hesum dystum skuldi ætlandi spælast mikukvøldið. Men væl vitandi um, at tað kann vera trupult at ferðast úr enda í annan av landinum í miðviku, fingu feløgini loyvi at flyta hendan dystin til leygardagin. Fyrra hálvfinalan skal spælast í Vági, og tí verður tað her, at liðini hittast leygardagin. Hetta í einum dysti, har Stjørnan kanska er evarska lítil favorittar, tó at tær eru fullgreiðar um, at VB so sanniliga eisini hevur ætlanir um eitt pláss í steypafinaluni.
Lættari finaluleið
Leygarkvøldið fara liðini bæði umborð á Smyril, og sunnudagin er tað so KÍ-høllin, sum er karmur um nýggjan dyst millum liðini. Hesa ferð er tað oddasessurin í Sunset-kappingini, sum stendur upp á spæl, og tann dysturin er tí minst líka týdningarmikil fyri liðini bæði. Ikki so nógv tí FM-heitið stendur og fellur við hesum. Men vinnarin av teirri uppgerðini stendur við einum munandi betri møguleika at spæla seg í FM-finaluna. Hetta tí ovasta liðið í endaspælinum spælir móti tí niðasta, tá hálvfinalurnar verða settar saman.
Hin dysturin í FM-endaspælinum í Sunset-kappingini er í Havn, har grannarnir báðir, Kyndil og Neistin takast. Á pappírinum er lítið at ivast í, at Neistin er stórfavorittur at vinna dystin. Hinvegin, so fekk Kyndil mikukvøldið sjón fyri søgn um, at Neistin heilt avgjørt er til at tosa við. Og tí er einki at ivast í, at tær fegnar vilja sleppa at arga tær bláu eitt sindur.
StÍF í Vestmanna
Í niðara bólkinum verða somuleiðis tveir dystir á skránni. Mest spennandi av hesum er kanska tann í Vestmanna, har StÍF kemur á vitjan. VÍF varð undan jólum roknað sum klárt sterkasta liðið í niðara endaspælinum, men avrikini hjá StÍF seinastu dystirnar av grundspælinum bendu tó á annan bógv. Og hálvfinalan móti Neistanum mikukvøldið vísti eisini, at framgongd á liðnum er stór.
Hin dysturin verður millum Søljuna og Tjaldur. Tjaldur eigur enn fyrsta stigið á árinum til góðar, men móti VÍF seinast vístu tær av álvara tenn, og so er spurningurin, hvørt tær veruliga fara at bíta frá sær sunnudagin.











