Drotningin velur forsætisráðharran

Danska grundlógin gevur drotningini vald at seta forsætisráðharra og hinar ráðharrarnar. Men í praksis er tað ein meiriluti í Fólkatinginum, sum ger av, hvør skal vera forsætisráðharri. Forsætisráðharrin setir so ráðharrar og skipar stjórnina.

Tá ið fólkatingsval hevur verið, finna flokkar saman, sum vilja skipa stjórn.

Sitandi forsætisráðharrin kann vera sitandi, um hann ikki hevur ein meiriluta ímóti sær, t. v. s. 90 ella fleiri av Fólkatingsins 179 limum. Tað verður nevnt negativ parlamentarisma.

Tapir stjórnin valið, so skal finnast nýggjur forsætisráðharri og ein nýggj stjórn. Tað verður gjørt við eini drotningarundu, har umboð fyri flokkarnar upp á skift at geva drotningini ráð um, hvør tey halda skal skipa stjórn og gerast forsætisráðharri ella kann leiða samráðingarnar um at skipa nýggja stjórn.

Tá forsætisráðharrin og stjórnarlimirnir eru funnir, útnevnir drotningin formliga stjórnina á Amalienborg. Stjórnin kemur síðani út á slotsplássið. Her kunnger forsætisráðharrin nýggju stjórn sína fyri fólkinum.