Helgi Jacobsen hevur skrivað bók um skiparan og vinnulívsmannin John Dam, sála. Bókin er fyrst og fremst skrivað um vinnulívsmannin og undangongumannin John Dam. Men hvørt menniskja hevur eina sál, og oftani er tað úr sálini, at menniskjað verður evnað. Í bókini koma eisini persónligu eginleikar hansara til sjóndar, og hetta er við til at fremja fatanina av vinnulívsmanninum John Dam.
Søgan um John snýr seg um drongin, sum fyrstu ferð fór til skips sum 13 ára gamal. Hann fór við trolara longu sum 14 ára gamal. Hann sigldi við nøkrum av tiltiknastu skiparum í Føroyum.
Bókin sigur frá, tá hann sum einans 20 ára gamal førdi Fame, sum hann saman við øðrum keypti. Síðani fór hann út í verðina at sigla.
Vit fylgja honum á hemara- og laksaveiðu við Baki, sum hann førdi í níggju ár. Í 1969 bygdi hann, saman við øðrum, fyrsta føroyska rækjuskipið. Fram til 1986 hevði hann trý rækjuskip.
Í bókini lýsir høvundurin eisini tað mest spennandi tíðarskeiðið í rækjusøguni frá 1969 til einaferð miðskeiðis í 80-árunum. Nógvar nýggjar upplýsingar koma undan kavi, og søgan prógvar, at John veruliga var ein slóðari á fiskivinnuøkinum.
Síðsta átakið hjá John Dam var skeljaveiða við Svalbard, í Barentshavinum og undir Føroyum.
Ein reyður tráður í bókini er, at John allatíðina verður foraður at halda fram í teimum ymisku veiðuhættunum. Men alla tíðina finnur hann veg burtur úr tronganum og fer í holt við nakað nýtt. Hetta sást kanska serliga væl, tá John Dam setti sær fyri at veiða rækjur undir Grønlandi. Tað, vit í dag nevna »reyðargullið«, gekk í síni tíð undir niðursetandi heitinum »marflugurnar í Grønlandi«. John Dam vísti og prógvaði, at hetta skuldi bera til, og legði sostatt lunnar undir eina vinnugrein, ið enn í dag er hornasteinurin undir grønlendska búskapinum.
Ein hópur av keldum og heimildarfólki hava stuðlað høvundanum við frásagnum og myndum. Hetta merkir, at bókin er sera fjølbroytt og gevur eitt einastandandi innlit í lív og virki hjá John Dam. Samrøður við heimildarfólk burturi og heima eins og spennandi myndatilfarið kasta soleiðis eitt spennandi og serstakliga livandi ljós á innihaldið. Talan er um søguligt tilfar, skemtiligar hendingar, lýsingar av persónum og mangt annað.
Eisini hevur Helgi Jacobsen funnið ein lættan penn, sum hann hevur latið siga frá søguni á ein sera hegnisligan og livandi hátt.
Bókin er prýdd við nógvum áhugaverdum myndum, ið fevna um alt lívsskeiðið og virksemið hjá John Dam. Aftast í bókini eru m.a. kort yvir Norðuratlantshavsøkini og leiðum í Vesturgrønlandi umframt eitt sera hent leitiyvirlit, har til ber at finna eitt nú fólkanøvn og skipanøvn við síðutilvísingum í bókini. Eisini eru yvirlit av manningunum frá skipunum, sum John Dam átti ella førdi.
John Dam hevði í sínum virksemi samskifti við nógv fólk, so sum arbeiðsfelagar á sjónum, fyritøkur á landi eins og landsmyndugleikar. Fleiri av hesum nýttu høvið at hittast í sambandi við, at útgevararnir bjóðaðu til móttøku í Vertshúsinum týsdagin, har bókin varð sýnd alment fram. Tað var Oddvør, einkjan eftir John Dam, ið fekk handað fyrsta eintakið frá høvundanum Helga Jacobsen, sum eisini signeraði bøkur á staðnum.
Bókin um John Dam er 400 blaðsíður og fæst um alt landið. Bókin er innbundin og kostar 295 krónur.