Dreymamál tryggjaði United sigur í FA Cup

Tað var ein av teimum lokalu Manchester United-leikarunum, ið gjørdist stóra hetjan í dagsins FA Cup-finalu.

Tað eydnaðist ikki Manchester United at spæla seg í Champions League í komandi árið - felagið endaði á fimta plássi í Premier League. Í dag høvdu teir reyðu úr Manchester tó møguleika at fáa eitt plástur á sárið, tá ið Crystal Palace úr London var mótstøðuliðið á søguliga tjóðarleikvøllinum hjá Onglandi, Wembley.

 

Tað hendi ikki tað stóra meginpartinum av vanligu leiktíðini, men eftir 78 minuttir brast fyri nev, tá ið tað heldur óvæntað var Crystal Palace, ið legði seg á odda. Jason Puncheon gjørdist heldur leysur í vinstru síðu, og gjørdi hann ikki mætari enn at smekka bóltin framvið David de Gea úr stuttari fjarstøðu.

 

Nú stevndi Crystal Palace ímóti sigrinum, men tað tók ikki langa tíð, áðrenn United fekk javnvág í roknskapin. Eftir innlegg endaði bólturin hjá Juan Mata, ið skeyt bóltin í mál. Hetta hendi í 81. minutti.

 

Neyðugt varð við longdari leiktíð. Her fekk Crystal Palace betru kortini á hondina, tá ið Chris Smalling fekk sítt seinna gula kort eftir 105 minuttir. Ein mann í undirtali var tað tó Manchester United, sum fór avstað við sigrinum.

 

Avgerðin fall nevniliga eftir 110 minuttir, tá ið innskifti Jesse Lingard, ið er egin framleiðsla frá ungdómsliðunum hjá Manchester United, við dreymafluktara avgjørdi dystin. Manchester United vann 2-1.

 

Sigurin merkir, at Manchester United nú hevur vunnið FA Cup 12 ferðir. Saman við Arsenal, ið eisini hevur vunnið siðbundnu kappingina 12 ferðir, eigur Manchester United metið av flestum meistaraheitum í FA Cup.