FCC, Samskiftis Umboðið, sum liggur undir samskiftisráðnum amerikonsku stjórnini, orðar nú eitt tilmæli, ið skal loyva brúkarum at drepa sína snildfon.
Sambært tíðindastovuni, Circa News, er ætlanin við tilmælinum, at brúkarar á henda hátt betri fáa vart seg fyri stuldri av sínari snildfon. Talan verður um ein hentleika sum skal gera tað gjørligt at 'avrætta' snildfonina, soleiðis at ein tjóvur ikki fær gagn av at ræna hana.
FCC sigur at tíggju prosent av samlaða stuldrinum í USA er stuldur av snildfonum, og talið av stolnum snildfonum liggur um eina millión um ári. Ein 'avrætting' av snildfonini hevði tikið burtur grundarlagið undan víðarisølu av telefonunum, og á tann hátt kanska vart betri fyri slíkum stuldri, er metingin hjá FCC.
Í stórbýunum London, New York og San Francisco hava slíkar avrættingar skipanir fyri snildfonir longu verið royndarkoyrdar, og løgreglurnar í býunum hava boðað frá, at stuldurin av snildfonum er eisini minkaður har.
Gongst sum ætlað, so verður lóggávan hjá FCC samtykt móti endanum av fyrsta ársfjórðingi komandi ár.