Føroyska felagið Simprentis hevur aftur í ár skipað fyri oljuleitingartiltakinum Xplore. Endamálið er at geva miðnámsskúlanæmingum eina grundleggjandi fatan av oljuleiting. Hetta verður gjørt í eini simulering á netinum, har luttakandi bólkarnir kappast um at finna olju í rakstrarverdum nøgdum.
Í besta føroyska bólkinum vóru Doris í Garði Joensen, Ragnhild P. Kjærbo og Kristian Kristiansen frá Føroya Handilsskúla á Kambsdali. Hinir føroysku skúlarnir, sum luttóku í ár, vóru Tekniski Skúli í Klaksvík, Føroya Studentaskúli, Føroya Handilsskúli Tórshavn og Miðnámsskúlin í Vági.
Vinningar vóru eisini til besta danska bólkin og besta bólkin úr hinum londunum. Besti danski bólkurin var úr Svendborg, meðan besti bólkurin úr hinum londunum var úr Stavanger. Í Stavanger hava tey avgjørt at vinnandi bólkurin sleppur eina ferð til Føroya í apríl 2006.
Ein eykavinningur var eisini latin til ein danskan bólk, sum vann eina tyrluferð út at síggja eini boripall hjá DONG í Norðsjónum.
Simprentis ger simulatiónir til undirvísingarbrúks og brúkar eisini hesar simulatiónir í sambandi við skeið fyri eitt nú oljufeløgum uttanlands. Næsta tiltakið fyri miðnámsskúlum og hægri læristovnum verður Startup 2005, sum er ment saman við Menningarstovuni og har luttakararnir læra at seta egið virki á stovn.
Xplore 2005 sponsorar vóru Mentamálaráðið, Maersk Olie og Gas, DONG og Danmarks Tekniske Universitet. Xplore 2006 verður í døgunum 3. og 4. oktober 2006.
Xplore heimasíðan er á www.xplore2005.com . Har sæst ein listi yvir, hvussu allir luttakararnir kláraðu seg í ár.±