Vivian bindir á eina serliga hátt. Hon nýtir mest domino háttin, har man bindir element saman til troyggjur ella onnur pløgg. Tað kunnu verða fýrakantar ella strimlar, sum verða nýttir at skapa eitt plagg
Hetta er ein háttur, Vivian hevur lært í Týsklandi. Hon sigur tó, at hann hevur verið nýttur í Føroyum í nógv Harrans ár, og henni lysti at vita, hvussu leingi hesin háttur hevur verið nýttur í Føroyum. Vivian hevur fingið at vita frá eini amerikanskari kvinnu, sum er kend innan bindiheimin, at hesin háttur hevur verið nýttur í Føroyum. Eisini arbeiðir Vivian nógv við skuggabinding, sum ger, at troyggjan broytir útsjónd, alt eftir hvaðani troyggjan verður skoðað.
Vivian hevur júst givið eina norska bók út við bindimynstrum og uppskriftum, og hon arbeiðir við at geva eina út á japanskum.
Framsýningin verður fríggjadag og leygardag frá klokkan 15 til 18. Eisini hevur hon skeið fríggjakvøld frá klokkan 19-22 og eitt longri skeið leygardagin frá klokkan 10-15.30. Til ber at tekna seg í Fandango.