Ein 41 ára gamal maður, sum millum annað varð ákærdur fyri at hava dripið føroyska sálarlæknan Mariann Stenberg, legði fleiri ferðir áherðslu á í rættinum í Glostrup, at hann ikki er vandamikil.
– Tit hava tosað nógv um sjúku. Men er eri vanliga stillur og róligur og vinarligur og fittur, segði hann sum tað síðsta í rættinum.
Undir tríggjar daga drúgva rættarmálinum hevur hann fleiri ferðir sagt, at læknarnir ikki royna at hjálpa sær.
Á middegi kom rætturin við síni meting, og maðurin varð dømdur fyri at hava dripið 66 ára gamla sálarlæknan, Mariann Stenberg.
Hann varð dømdur eftir ákæruritinum og skal sendast á Sikringsafdelingen í Slagelse – eisini nevnd Sikringin – í óásetta tíð.
Hann er sinnisjúkur og skal tí ikki revsast.
Deildin er fyri teir mest sálarliga sjúku sjúklingarnar í Danmark, sum eru mettir sum vandamiklir.
– At verða sendur til Sikringin er ein dómur á ovsta trini á stiganum. Tað er sum ein lívstíðardómur, segði Luise Høj, advokatur hansara, eftir dómin.
Hon helt, at tað var nóg mikið at senda hann á eina vanliga stongdar rættarpsykiatriska deild.
Mariann Stenberg var stungin fleiri ferðir í matarhøllini á Retspsykiatrisk Ambulatorium í Brøndby 21. juli 2023.
Tveir starvsfelagar hennara royndu at hjálpa henni og vórðu eisini raktir av knívinum. Tað segði rætturin vera drápsroynd.
41 ára gamli var í viðgerð í ambolatorinum, tí hann hevði longu ein viðgerðardóm. Hann møtti ikki til eina avtalu og varð tí eftirlýstur undan drápinum.
Københavns Vestegns Politi hevur viðgingið, at leitingin eftir manninum ikki var nóg góð og hevur broytt framferðarhátt.
Sama dag, sum drápið varð framt, var maðurin møttur til avtaluna og hevði fingið heilivág. Hann ko seinni aftur vápnaður við einum knívi.
Tann 41 ára gamli maðurin er harumframt dømdur fyri harðskap í tveimum førum og fyri eina neyðtøkuroynd, sum varð framd áðrenn drápið.
Hann er eisini dømdur fyri hóttanir – fyrst og fremst ímóti heilsustarvsfólki.
Maðurin hevur lutvíst kært dómin. Tað var í dag ikki greitt, hvørjar partar av dóminum hann vil fríkennast fyri í Eystara Landsrætti.
/ritzau/










