Djóraverndarfelagið hevur onga støðu til grindadráp, men heldur fólki skal gera sær eina hugsan, og tað skjótast.
Inntil vit hava fingið eitt ordiligt kjak í tí føroyska samfelagnum um málið, so ber tað ikki til at koma við einari niðurstøðu, heldur Turid Christophersen.
Djóraverndarfelagið heldur, at grind ikki er ein einfaldur spurningurin, og vil tí hava føroyingar at kjakast um málið.
-Vit eiga at byrja við kjakinum nú, tí vit føroyingar mugu hava eina støðu, sigur Turid.









