Djóraverndarfelagið hevur ikki tikið støðu til, um Jóannes Nielsen skal meldast. Í morgun endurgóvu vit Djóraverndarfelagið fyri at siga, at tey ikki fóru at melda Jóannes Nielsen, sum í filminum ?Sporini vaksa úr orðum? druknaði nakrar kettlingar, men nú sigur forkvinna felagsins, Tordis Holm, at tey ikki hava viðgjørt málið liðugt enn.
- Og tað er ikki bara Jóannes Nielsen, vit hava í huganum í samband við handan filmin. Har eru eisini okkurt annað, men vit hava ikki viðgjørt málið endaligt enn, sigur forkvinnan í Djóraverndarfelagnum, Tordis Holm.