Tað mest áhugaverda skjalið - um Janusar prinsipiellu sjónarmið um samspælið millum poliikk og mentan - er ein frásøgn, sum fyrrverandi landslækni Hanus Debes Joensen hevur fest á blað. Nakað áðrenn Janus andaðist, vitjaði hann skaldið úti á Landssjúkrahúsinum. Hann tók tá mót til sín og spurdi, hvussu tað bar til, at Janus, sum hevði yrkt um reystleika og um at taka róður í hond, hevði fragd av altíð at spotta tey, sum royndu ta leiðina. Janus fortaldi honum tá eitt gamalt ævintýr:
Einaferð gekk ein bogin og slitin maður í brennandi sól og plantaði smá platantrø fram við Via Appia sunnan fyri Roma. Onkur kom framvið og spurdi hann: ?Tín býttlingur! Hví gongur tú her við sveittabroti og møðir teg av hasum arbeiðinum. Hvørja gleði fært tú burtur úr hasum trøunum. Hví leitar tú tær ikki inn í skuggan, meðan sólin sær so heitt?? ?Ja, hví gangi eg her, hví planti eg hesi trø? Nei, helst fái eg onga gleði burtur úr teimum. Og børn míni - nei, tá eru tey bara so høg?. Janus rætti hondina út um songarstokkin. ?Tá ið teirra børn vaksa upp, eru tey so høg?. Hann lyfti hondini. ?Tá ið teirra børn eru komin til mans, eru tey so høg?. Hann settist knappliga upp undir seg, lyfti hondini høgt yvir høvdið, hugdi hvassliga upp á meg og segði við harðari rødd: ?Men so, men so fara Cæsars legiónir at súsa framvið her í skugganum!?
Henda frásøgnin er merkilig og manandi. Vit síggja fyri okkum yrkjaran, har hann - ikki ólíkur einum gammi - ber fram kjarnan í sínum lívsverki og sínum tanka, áðrenn hann fer á flog mót hesperiskum strondum. Onkur kann halda hetta líknilsi vera torskilt ella fleirtýtt. Fyri mær er tað ein greið útsøgn um sambandið millum mentunarliga og politiska stremban, og púra í samsvar við aðrar útsagnir hjá Janusi.
Spurdur av donskum blaðmanni í 1946, hvussu hann fór at atkvøða á fólkaatkvøðuni tann 14. september, svaraði Janus, at kundi tað prógvast hagfrøðiliga, at føringar kundu liva sum ein mentað tjóð, fór hann ikki at seta seg ímóti loysing.
Líknilsið um mannin við Via Appia snýr seg m.a. um dygd, um tol, um tíð. Tað tekur tíð, oman á eina meira ella minni rótfesta bygdamentan, at byggja upp eina mentan í nútíðar merking. Tað tekur, um vit halda okkum bókstaviliga til ævintýrið um skógplantaran, trý ættarlið. Tá hava trøini vaksið seg so høg, at tey kasta skugga. Tá kunnu Cæsars legiónir súsa framvið í skugganum. Tá er - mentunarliga sæð - einki í vegin fyri at seta á stovn tann suverena statin.
Málningurin kemur fyrst
Niðurstøðan er tann, at sum ein ofta djúp tvíhugsan eyðkendi Janusar støðutakan til at kalla allar spurningar, setti hon eisini sín dám á hansara hugburð bæði mótvegis spurninginum um Føroyar sum modernað mentunarøki og spurninginum um økt sjálvstýri ella føroyskt politiskt fullveldi. Men hvat tí fyrra táttinum viðvíkti, var hetta tvílyndi heitt og positivt. Hvat tí seinnu strembanini viðvíkti, var tað í vaksandi mun eyðkent av mistreysti og atfinningarsemi.
Millum orsøkirnar finna vit eisini ta, at Janus, helst tíðliga í tíðini, gjørdi eina prinsipiella raðfesting viðvíkjandi samspælinum millum mentan og politikk. Tað bar ikki til at stovnseta ein suverenan stat, fyrr enn tær mentunarligu fyritreytirnar vóru skaptar. Tað var sum at smíða eina rammu, áðrenn myndin var skapt. Men tað bar væl til at skapa hesar fyritreytir, áðrenn tær ríkisrættarligu broytingarnar vóru framdar.
Tað er áhugavert í hesum sambandi, at Janusar fatan av metaforuni um málningin og rammuna tykist beinraknari enn tann hjá tí norska politikaranum Christian Michelsen. Tí tá ið Norra fekk sína rammu, t.e. politiskan suverenitet, í 1905, hevði tað longu skapt ein málning, ið var fyrimynd hjá øllum Europa. Tað hevði Wergeland og Welhaven, Garborg og Lie. Og Henrik Ibsen, tá sum nú ein lýsandi andaligur kyndil, eisini í dag sjálvsagdur partur av einihvørjari bókmentaligari kanon, hevði skrivað sítt seinasta verk fá ár frammanundan.
Heimssøgan stendur opin
Til seinast fari eg stutt at nema við ta andaligu og politisku gongdina bæði í heiminum sum heild og í okkara egna smáheimi hesa hálvu øldina, sum er liðin, síðani Janus andaðist.
Sambært tí enska søgufrøðinginum Eric Hobsbawm byrjaði tað rættiliga neyvt avmerkta søguliga tíðarskeiðið, sum hann rópar tann stutta tjúgunda øld, við, at heimsskútan í 1914 - við 1. heimsbardaga - sigldi inn í vanlukkuøldina, The Age of Catastrophy. Ein búskaparlig gulløld tók við eftir 2. heimsbardaga. Hon endaði í 1973, tá kreppurnar tóku seg upp, tær vistfrøðiligu avmarkingarnar gjørdu vart við seg, og dreymurin um ta utopiska vælferðarsamfelagið syndraðist. Tíðina frá 1973 til 1989 rópar Hobsbawm samsvarandi hesi gongd skalvalopið.
Eftir 1989 byrjaði eitt heilt nýtt søguligt tíðarskeið, sum vit at kalla ongan førleika hava at meta um. Eitt tykist kortini greitt. Tann hvørvisjón, at samfeløg og politikarar hava nakran møguleika at stýra heimsins gongd, at stinga út í kortið, gera rationellar ætlanir og forsagnir - ein hvørvisjón, sum í árunum eftir 2. heimsbardaga sameindi marxistar og liberalar demokratar - er slept med alla. Heimssøgan stendur opin. Hon er kviðin við frælsisins bjartskygni og ruðuleikans ræðuleika. Hon samsvarar sostatt meira tí romantikk, sum fostraði Hammershaimb og Janus enn tí upplýsing, ið fostraði Robespierre og Lenin.
Eitt horvið utopia
Hetta er, kann ein kanska siga, tað meira breiða søguliga lørift, sum vit síggja aftan fyri ta búskaparligu og politisku gongdina í Føroyum tey seinastu árini. Janus tók einaferð til, í samrøðu við táverandi skúlastjóra á Tvøroyri, Elgerdu Jacobsen, at føringar mangla ?forholdssans?.
Hann peikaði við hesum orðum framskygdur á tað politiska og búskaparliga ábyrgdarloysi, sum føroyskir politikarar vístu í áttatiárunum, og sum kanska meira enn nakað annað hevur skapt ta politisku støðu, vit beint nú standa í. Ein táttur í hesum fyrilitsloysi var, at vinna og politikarar ikki høvdu varnast tey vistfrøðiligu mørk, sum serfrøðingar høvdu gjørt vart við seinast í sekstiárunum, kanska heldur ikki vistfrøðina sjálva.
Endiliga sýntist hugsanin um eitt norðurlendskt ella danskt-føroyskt sosialistiskt utopia, har tað bar til hjá eini lítlari útjaðaratjóð at fáa eftir tørvi og lata eftir førleika - í ein vissan mun umboðað av P.M. Dam - at vera um at fara í søguna, saman við tí sambandska tankanum um Føroyar sum eitt fjálgt innballað danskt kelidýr.
Her eiga vit ikki at gloyma tann veruleika, at føringar fyri fyrstu ferð blivu umrøddir háðandi í fjølmiðlunum hjá eini ?brøðratjóð?, ein nýskapan við sálarfrøðiligum avleiðingum, sum ikki eiga at verða undirmettir. Alt hetta, saman við nýggjum ríkisrættarligum metingum og dreymum um krógvað ríkidømi, eru tættir í bakgrundini fyri tí politisku støðu, vit nú standa í.
Mentan og mentunar-politikkur í dag
Hyggja vit at tí mentunarligu gongdini, kunnu vit siga, at um ein hevur í huga tær natúrligu avmarkingar - bæði viðvíkjandi nøgd av talentum og dygd í tí einstaka talentinum - sum eru ein avleiðing av fólkatalsins lítilleika, so hevur mentunarlívið tikið seg fram, so at tað ikki kann samanlíknast við støðuna, sum hon var í 1948. Her verður hugsað um m.a. málningalist, tónlist, bókmentir, ítrótt, skúlabókaútgávu, orðabókaútgávu, gransking, málsliga menning.
Politikaranna medvit um hesa blóman hevur - serliga hvat listini viðvíkir - verið lítið og mentunarpolitikkur av tí sama, til fyri fáum árum síðani, lítil og eingin. Tað hevur fallið teimum lætt at oyst milliardir út til eitt á mangan hátt ódugnaligt vinnulív, men tungt at dripið nakrar fáar laggadropar á tann mentunarskóg, sum nú - lutvís við danskari vælvild, og hóast teirra natni - veitir teimum skugga. Skúlaskapurin hevur ment seg stórliga, men er samstundis eftir mínum tykki í ein ávísan mun darvaður av seinføri, av ov lítlum ágrýtni, og kanska serstakliga av einum málnormsligum afturhaldsemi, einum málsligum nærsýni og eini bókmentaligari rakføði, sum hava kryplandi ávirkan á næminganna natúrligu skapanargávur.
Vandin fyri nalvaskoðan
og trótandi kravsemi
Hvat fjølmiðlaøkinum viðvíkir, kann sigast um bløðini, at tey hava gjørt stór framstig, eftir at tey loystu seg úr teimum flokspolitisku høftum, sum ofta skaptu lítið annað enn brigsl og perspektivleysan orðadrátt. Um skúlaskap og fjølmiðlar - og kanska mentunarlívið sum heild - má sigast, at vit alla tíðina standa og eru um at detta niður í provinsiella avbyrging, lata sjálvsnøgd, í versta føri heimfødda nalvaskoðan og væntandi fakligan førleika.
Eitt tað mest positiva í nýggjari tíð er tann endurreisn, sum tykist at vera tí føroyska dansinum fyri. Henda mentanin er tað einasta virðið úr miðøldini, sum vit eiga fram um allar heimsins tjóðir, hon er eitt slag av samfelagsligari samveru, ið er hugmyndafrøðiliga uttanveltað, og sum tí - líkasum rokkur og annar nútíðar tónleikur - eigur at kunna verða brúktur av alskyns felagsskapum, eisini religiøsum. Ein eygleiðari kann viðhvørt, í bjørtum løtum, halda seg hoyra ella síggja, at
Pan sær skemtar við floytuspæl, og dísar dansa um fjalladal
Hóast veikleikar og ófullkominleika og hóast lítla politiska eftirgáan tykist føroyskt mentunarlív at vera so radikalt broytt eftir eina hálva øld, at henda fyritreytin fyri eini meira kravsamari politiskari stremban veruliga er til staðar.
Búskaparligir meinbogar
Teir meinbogar og tær avmarkingar, sum kunnu gera seg galdandi, eru av landafrøðiligum, búskaparligum og vinnuligum slag og hava samband við, at heimsins óútrokniligu búskaparligu vindbløk, hóast tey ikki altíð basa ríkum londum, kunnu taka fámentar tjóðir av fótum.
Støðan kann viðhvørt tykjast at minna um eina klípitangarstøðu, har ein tjóð øðrumegin frá verður trýst fram ímóti størri sjálvbjargni, og har hetta sama sjálvbjargni samstundis skal glímast við trot og vansar, sum størri tjóðir sleppa undan. Janusar eggjandi orð frá 1932 um at koma burtur frá allari egosentrismu - tað veri seg, kunnu vit útgreinandi siga - persónligari, lokalari, floks- ella fakfelagspolitiskari - tykjast tí eisini í dag at raka í blettin.
Endurreisarar í
kruvdum skóm
Sum eg havi roynt at víst í hes um fyrilestri, vóru hesar avmarkingar við til at skapa tann iva og tað vingl, sum koma til sjóndar í Janusar politiska hugburði. At vera medvitin um hesi viðurskiftir má eftir mínum tykki vera ein týðandi táttur í allari seriøsari politiskari stremban, eisini tí fullveldispolitisku. Hvat týdning Janusar verk hevur í mentunarligum og politiskum sambandi, nú og í komandi tíðum - tann spurningur vóni eg er, um ikki fyri ein part, svaraður í tí, sum her er sagt. Nøkur orð eftir Halldór Laxness, søgd um Janusar andaliga skyldmann, skaldið Jónas Hallgrímsson, kunnu sleppa at tala um tað grundstøði, hann og hansara ættarlið hava lagt:
Tey iðunnareplir, sum yngdu tjóðina upp í 19. øld, vórðu ikki borin fram í glæsiligum stovum við tjúkkum bankabókum sum stuðli, ella takkað veri tignarligum embætum, heldur stóðu undir hennara endurreisn nakrir niðurundirkomnir, heilsubrekaðir drykkjumenn í einum stórbýi suðuri við Oyrarsund, flippuleysir og í kruvdum skóm.
Tíðin fer at vísa, um sigursælir legionerar, súsandi fram við Via Appia einaferð í næstu øld, fara at fáa hvíld og lekidóm undir Janusar skugga.