Nú verður aftur lív í Badmintonhøllini í Havn. Leygarkvøldið tann 11. september frá klokkan 23:30 verður DJ-SHOW og DJ-switch á skránni við Pæturi Magnussen. Atgongumerki kosta kr. 120.Fyrireikararnir hava skipað fyri busskoyring til Badmintonhøllina. Til ber at ringja á telefon 217752, sum er Vestmannaleiðin. Ringjast kann eisini til Eysturoyaleiðin á telefon 216464.