Tað er ikki á hvørjum degi, at bretskir diplomatar alment finnast at landsins stjórnarleiðara. Men nú hava 52 fyrrverandi sendiharrar, hákommiserar og guvernørar skrivað eitt bræv, og tað er synd at siga, at teir halda nógv av bretska politikkinum í Irak ella bretska lutinum í friðarroyndunum í Miðeystri.
- Vit hava við veksandi stúran fylgt við tí politikki, sum tú hevur rikið í tøttum samstarvi við USA, bæði tá tað snýr seg um Irak og trupulleikarnar ímillum ísraelsmenn og arabar, skriva teir millum annað í brævinum til Tony Blair.
Teir 52 fyrrverandi diplomatarnir siga, at vónir vóru um frið í Miðeystri, tá Bush, forseti, kom við sínari ofta umrøddu friðarætlan, men nú er eingin vón longur, siga teir.
- Einki er gjørt fyri at fáa gongd á samráðingarnar ella at tálma harðskapinum. Bretland og hini londini, sum tóku undir við friðarætlanini, hava bara sitið hendur í favn og bíðað eftir, at USA fór at gera okkurt, men tey hava bíðað til fánýtis, skriva diplomatarnir.
Teir finnast eisini hvassliga at ísraelsku avgerðin at taka seg aftur úr Gaza, men ikki av Vestara Áarbakka, og teir fýlast eisini á, at amerikanski forsetin tók undir við avgerðini. Teir vilja vera við, at avgerðin er beinleiðis ólóglig, og teir siga seg ikki ivast í, at hon fer at krevja meiri ísraelskt og palestinskt blóð.
- Misnøgd okkara við ísraelsku avgerðina gerst uppaftur størri, nú vit skilja, at tú hevur tikið undir við henni. Við hesum hevur tú slept teimum prinsippunum, sum tey seinastu fýra árini hava verið grundarlagið undir øllum altjóða royndum at fáa frið í Miðeystri, skriva diplomatarnir.
Teir eru minst líka hvassorðaðir, tá tað snýr seg um kríggið í Irak. Teir vilja vera við, at teir, sum gjørdu av at leypa á Irak, høvdu als ikki gjørt sær greitt, hvat skuldi henda, tá Saddam Hussein var fallin. Og Blair verður lýstur sum ein, ið bara gongur aftan á Bush, og at Bretland onga ávirkan hevur havt á amerikanska politikkin
- Eftir okkara tykki hevur júst slík ávirkan stóran týdning. Kunnu amerikanararnir ikki góðtaka bretska ávirkan, ella vilja teir ikki verða ávirkaðir, er eingin orsøk til at styðja ein politikk, sum er miseydnaður frammanundan, skrivar teir 52 í brævinum til Tony Blair.
Ímillum teirra, sum hava skrivað undir brævið, eru tríggir fyrrverandi bretskir sendiharrar í Irak, fleiri fyrrverandi diplomatar í arabiskum viðurskiftum, fyrrverandi ST-sendiharrar, fyrrverandi sendiharrar í Moskva og serligi bretski sendimaðurin í Afghanistan.