Deyvabólkur á Summar Festivalin

Eina deyvabólkur er ein heimssensatión, og tað er Eighteen Hands, sum fer at spæla á Summar Festivalinum Sum tey fyrstu og tey einanstu um okkara leiðir, so syngja og tulka Eighteen Hands vanligar popp og rocksangir soleiðis, at tey deyvu skilja tekstin.

 

Bólkurin er ein hugtakandi og heilt serlig uppliving. Tey fimm spæla tónleik har øll kunnu syngja við - eisini tey sum vanliga onki hoyra.

 

Eighteen Hands fer at spæla á Summar Festivalinum fríggjakvøldið 8. august kl. 19.00 í Flags tjaldinum.