Soleiðis sum reglarnar fyri bíðilistan til grundstykkir til vinnuligt endamál eru, ber til hjá øllum – eisini teimum, sum ikki búgva í Tórshavnar kommunu – at seta seg á listan so ofta, sum teimum lystur.
Hetta hevur havt við sær, at tað eru fleiri, sum hava sett á bíðilistan fleiri ferðir. Til dømis eru á bíðilistanum fyri Tórshavn, Argir og Hoyvík sjey persónar ella virkir, sum hava sett seg á listan tvær ferðir, meðan tað eru fýra persónar ella virkir, sum hava sett seg á listan ikki minni enn tríggjar ferðir.
Tað sæst í fundarfrásøgnini hjá býráðnum, og ein meiriluti metir tað ikki rætt, at persónar ella virkir kunnu seta seg fleiri ferðir á bíðilistan.
Tað sæst víðari, at samstundis, sum tað ber til at seta seg á bíðilistan, so ofta einum lystur, so ber til at takka nei til eitt boðið grundstykki so ofta einum lystur, uttan at hetta fær avleiðingar, sum til dømis at verða strikaður av listanum.
Hetta hevur havt við sær, at tann, ið stendur fremst á bíðilistanum fyri Tórshavn, Argir og Hoyvík, hevur staðið har síðani 1998, hóast mong grundstykkir hava verið boðin viðkomandi hesi seinastu 11 árini. Hesin sami persónur stendur eisini sum nr. 20 á sama bíðilista.
Hóast flestu persónar og virkir á bíðilistanum eru úr Tórshavnar kommunu, eru 19 umsøkjarar, sum hava heimstað aðrastaðni. Hesi koma úr Klaksvík, Sandavági, Sørvági, Kvívík, Vestmanna, Skopun og Strondum, umframt útlondum sum Danmark, Norra, Íslandi og Spanien.
Í Tórshavnar kommunu eru umsóknirnar býttar so, at 11 eru úr Kollafirði/Signabø, 158 úr Tórshavn/Argjum/Hoyvík, 6 úr Kaldbak/Kaldbaksbotni og 2 úr Velbastað/Kirkjubø.
Veruligi tørvurin
Tað er fatanin hjá umsitingini, at um kommunan her og nú hevði grundstykkir at bjóða øllum umsøkjarum, sum standa á bíðilistanum, so hevði minni enn ein triðingur av teimum verið áhugaði í at tikið av tilboðnum.
Samanumtikið kann sigast, at orsakað av omanfyri nevndu viðurskiftum, er eingin veruligur samanhangur millum talið av umsøkjarum á bíðilistanum og veruliga tørvin á grundstykkjum, og tí er bíðilistin til grundstykkir til vinnuligt endamál ónýtiligur at leggja ætlanir eftir.
Fyri at fáa bíðilistan at avspegla veruliga tørvin verður skotið upp, at kravt verður eitt depositum á 10.000 krónur fyri hvørt navn, sum stendur á bíðilistanum. Depositum verður so endurgoldið, tá viðkomandi fer av aftur bíðilistanum, tað verið seg tí at viðkomandi fær tillutað eitt grundstykki, ella tí viðkomandi ikki longur ynskir at standa á bíðilistanum.
Eitt slíkt depositum fer væntandi at hava við sær, at øll tey, sum hava sett seg á listan uttan at hava ein veruligan tørv, og øll tey, sum hava sett seg fleiri ferðir á listan »tí tað einki kostar og ongar bindingar hevur við sær«, fara at biðja um at verða strikaði av listanum.
Hinvegin hava tey, sum veruliga hava tørvin, neyvan nakað ímóti at deponera 10.000 krónur – sum tey fáa aftur – fyri at fáa hendur á einum grundstykki. Á hendan hátt fæst sostatt ein bíðilisti, sum kann nýtast sum eitt veruligt amboð at tilrættisleggja eftir, metir býráðið.
Upphæddin hækkað
Ætlanin er, at tey nýggju, sum framyvir ynskja at koma á bíðilistan, verða kravd eftir depositum, áðrenn tey sleppa á listan. Tey, sum longu nú standa á listanum, skulu hava eitt skriv har upplýst verður um samtyktina at krevja depositum, og har tey fáa 1 mánað freist at gjalda. Verður ikki goldið innan freistin er úti, verða tey strikaði av listanum.
Kommunustjórin og deildarleiðarin á løgdeildini mæltu kortini fíggjarnevndini og býráðnum til at samtykkja, at kravt verður eitt depositum á 25.000 krónur fyri hvørt pláss á bíðilistanum til grundstykkir til vinnuligt endamál. Depositum verður endurgoldið, tá viðkomandi fer av aftur bíðilistanum.
Hetta tilmæli samtykti fíggjarnevndin, og í gjárskvøldið varð hetta eisini endaliga samtykt á býráðsfundinum.