Tað verður kortini ein tíðindafundur, har Demokratia fer at leggja fram álinið um øktan kvinnuleiklut í politikki, hóast tað ikki verður gjørt hjá landsstýrismanninum
Tað var týsdagin, at tað kom fram, at løgmaður avlýsti allar tíðindafundir hjá landsstýrismonnum. Eitt nú var tað fundurin í Mentamálaráðnum, har Málstevnunevndin skuldi leggja fram álit. Í gjár var tað fundurin í Sjó- og vektabúðini, har Demokratia skuldi leggja sítt álit fram um øktan kvinnuleiklut í føroyskum politikki. Men hesin fundurin verður nú kortini ? men tað verður uttan landsstýrismann og ikki í Tinganesi, men í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Fundurin verður í morgun kl 9