DeLuxe í hitanum

Johnny DeLuxe eru betur umtóktir í Danmark enn nakrantíð áður. Teirra seinasta fløga, sum hevur selt sera væl og hevur fingið gull fyri sølu, er rættiliga inni í hitanum í hesum døgum. Eftir at útgávan hevur verið inni á almenna danska sølulistanum í heilar 41 vikur, er fløgan nú aftur ovast á listanum hesa vikuna. Hetta kemst millum annað av, at sangurin Drenge som mig hevur verið brúktur í lýsingarátaki í Danmark, og at bólkurin hevur havt góðar framførslur á stórum festivalum niðri.
Í kvøld skal Johnny DeLuxe verða við í sendingini Go Aften hjá TV2, har tónleikararnir skulu tosa um góðu gongdina hjá bólkinum.
Leygardagin setir bólkurin kós ímóti Føroyum, og leygarkvøldið spæla teir konsert á Vágsbøi í Klaksvík.