Síðstu nátt fingu ukrainsku hermenninir, sum eru eftir í Mariupol, eitt ultimatum frá russiska verjumálaráðnum um at yvirgeva seg og soleiðis sleppa við lívinum.
Russisku boðini vóru, at hermenninir skuldu leggja vápnini fyrrapartin í dag, og sagt varð, at teir, sum aktaðu og yvirgóvu seg, skuldu sleppa við lívinum í varðveitslu.
Men, seinnapartin í dag hevur ukrainski forsætisráðharrin, Denys Sjmunal, sagt í samrøðu við tíðindastovuna ABC, at ukrainsku hermenninir hava ikki lagt vápnini.
- Býurin er ikki fallin. Okkara hermenn eru her framvegis. Teir halda fram við at stríðast, segði ukrainski forsætisráðharrin.
Hann legði aftrat, at ukrainskir hermenn framvegis hava eftirlitið í ávísum býarpørtum í Mariupol, sum annars hevur verið fyri rættiliga hørðum russiskum ágangi í vikur.
Denys Sjmunal biðir samstundis sameindar um at hjálpa til við at loysa humaniteru kreppuna í býnum, har fleiri enn 100.000 sivil hvørki hava atgond til vatn, el ella mat.
Ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba, sigur sambært Reuters, sum endurgevur CBS, at støðan í Mariupol verður ein "reyð linja" í friðarsamráðingunum millum londini.
Stutt eftir, at freistin at yvirgeva seg var farin, visti CNN at siga, at russiska kravið ikki var gingið á møti, og russar siga, at stjórnin í Kyiv vil ikki samráðast um yvirgeving.
- Heldur mótstøðan fram, verða allir ukrainsku hermenninir, sum eftir eru í býnum, týndir, eru eirindaleysu boðini úr russiska verjumálaráðnum sambært CNN.
Russiska tíðindastovan RIA skrivaði fyrr í dag, at russiskir hermenn hava kringsett fýrahundrað ukrainskar hermenn í einum Stálverkið við havnalagið í Mariupol.
Men, sambært útlendskum tíðindastovum eru hesi tíðindi ikki váttað av óheftum keldum.
Ukrainski tjóðartinglimurin, Oleksiyj Gontsjarenko, sigur við BBC, at ukrainsku hermenninir, sum eftir eru í Mariupol, fara neyvan at geva seg yvir.
- Eg snakkaði við teir í gjár, og eg veit, at teir fara at stríðast til seinasta mann, sigur tjóðartinglimurin við BBC.
Týdningarmikli havnabýurin Mariupol hevur í sjey vikur verið kringsettur av russiskum herdeildum, og her hava verið harðir bardagar millum russiskar og ukrainskar deildir.
Leygarkvøldið søgdu russar, at teir nú hava fult eftirlit við meginpartinum av havnabýnum, men at nakrir fáir ukrainskir hermenn eru eftir í einum ídnaðarøki.
- Alt býarøkið er púrasta ruddað fyri ukrainskar deildir, og seinastu hermenninir eru púrasta avbyrgdir í einum øki við Stálverkið niðri við havnalagið.
Talsmaðurin fyri russiska verjumálaráðið, Igor Konasjenkov, sigur við BBC, at einasti møguleiki hjá ukrainsku hermonnunum at bjarga sær lívinum er at leggja vápnini.
##med2##
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at russar framhaldandi royna at oyðileggja tað, sum er eftir av Mariupol, og hann sigur, at bæði hann og ovasti herleiðarin dagliga hava samband við hermenninar í býnum.
- Tað hava ikki verið dagar, har vit ikki hava roynt at funnið loysnir, bæði hernaðarliga og diplomatiskt fyri at bjarga teimum sivilu í Mariupol, men hetta hevur verið trupult.
Ukrainski forsetin endurtók síðstu nátt, at Ukraina hevur brúk fyri tungum vápnum og flogførum frá sínum stuðlum til tess at kunna minka um trýstið frá hersetingarvaldinum.