Hóast hann fyrr í mánaðinum skifti frá Manchester United til Everton, so gjørdist Darron Gibson stóra hetjan hjá gamla felagnum í kvøld, tá hann skoraði einsamalla málið í dystinum móti Manchester City.
Manchester City hevur havt stórar trupulleikar við Everton á Goodison Park og tað var aftur støðan í kvøld. Oddaliðið í Premier League var leikliga omaná, men Everton skoraði einsamalla málið. Hetjan gjørdist fyrrverandi Manchester United miðvallarin, Darron Gibson, sum ein hálvan tíma fyri tíð smekkaði bóltin í kassan.
Manchester United tók á Old Trafford móti Stoke. Dysturin endaði við einum 2-0 sigri til heimaliðið, sum nú hevur eins nógv stig og Manchester City í oddinum. Bæði málini komu upp á brotsspark, sum Javier Hernandez og Dimitar Berbatov skoraðu uppá.
Tottenham vann ein tryggan 3-1 á Wigan og er framvegis bara fimm stig frá fremsta plássinum. Gareth Bale skoraði tvey av málinum fyri Tottenham, meðan Luka Modric skoraði eitt.
Chelsea bjargaði einum stigi í evstu løtu á útivølli móti Swansea. Fyrrverandi Chelsea leikarin, Scott Sinclair legði Swansea á odda. Stutt fyri tíð fekk Ashley Cole sítt seinna gula kort, men tað eydnaðist alíkavæl hjá Chelsea at bjarga einum stigi. Talan var um sjálvmál í evstu løtu.
Liverpool vann uttan stórvegis trupulleikar á Wolverhampton, sum framvegis liggur undir niðurflytingarstrikuni. Andy Carroll, Craig Bellamy og Dirk Kuyt skoraðu málini fyri Liverpool.
Premeir League:
Everton Manchester City 1-0
Manchester United Stoke 2-0
Swansea Chelsea 1-1
Tottenham Wigan 3-1
Wolverhampton Liverpool 0-3









