Jens Christian Hansen er virkisummælari á Berlingske Business, og hann hevur seinasta árið fylt væl við í skattamálinum hjá Eik.
Í kjalarvørrinum av, at Súni Schwartz Jacobsen í dag segði seg úr øllum leiðandi størvum í Betri Samtakinum, hevur hann aftur skriva eina grein við yvirskriftini Drama í Føroyum: Topstjóri í Eik banka fer frá umgangandi
Hann vísir á, at rumbul rundan um Betri Samtaki hevur í dag nátt sínum higartil størsta klimaksi, nú stjórin so dramatiskt er farin frá øllum leiðandi størvum.
Víðari sigur hann, at hvør orsøkin er til, at Súni Schwartz Jacobsen so brádliga er farin úr sessunum er enn óvist, men hann hugleiðir samstundis um, at tað kann hanga saman við tí, sum Bárður Larsen er komin fram til í kanningararbeiði sínum.