Tað skrivar heimasíðan hjá B36.
Jonas Flindt Rasmussen spældi barnaárini við Svendborg, og á besta liðnum var hann millum annað liðfelagi við Julian Johnsson.
Hann skifti til Hvidovre í summar. Verjuleikarin spældi 18 dystir fyri felagið í heyst, og hann skeyt tvey mál.
Sámal Ímundarsson, formaður, væntar, at Flindt Rasmussen fer avgjørt at styrkja um liðið.
Setningurin hjá okkum hevur allatíð verið, at vit skulu byggja ein sterkan bul við spælarum, sum eru uppaldir í felagnum. Við Jónas meta vit, at vit hava fingið ein spælara, sum kemur at fella lufalsliga væl inn í unga hópin. Og hóast hann bara er 22 ár, hevur hann royndir, sum vit kunnu koma okkara egnu spælarum tilgóðar, sigur Sámal Ímundarsson, formaður í B36, við heimasíðuna.